Skip to main content

 

 


Meksiko


Høvuðsstaður
Meksikobýur

Vídd: 1.958.200 km2

Fólkatalfree math problems chun yu xin dissertation: 112.468.855

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 95%, aðrir 5%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri

Gjaldoyra: meksikanskur peso (MXN)

Meksiko

Meksiko er fjølbroytt land, og einaferð vóru stórar og framkomnar mentanir í landinum, t.d. maya- og astekmentanin. Tá ið spaniamenn komu hagar í fyrru helvt í 16. øld, týndu teir hesi gomlu ríki og ráddu í landinum, til tað tók loysing frá Spania í 1821. Enn liva indiánsk fólkasløg í Meksiko, men mesta fólkið er mestitsar - fólk ættað frá sponsku niðursetufólkunum og indiánum. Um helvtin av fólkinum er undir 19 ár, og fólkið fjølgast ógvuliga skjótt. Tað hevur við sær, at ov nógv fólk verður í býunum. Avmarkað dyrkilendi er í Meksiko, og landið er ikki ført fyri at útvega nóg mikið av mati til alt fólkið.

Um 20 milliónir fólk búgva í Meksikobýi, sum er ímillum størstu býir í heiminum. Men nógva fólkið og tað, at býurin er høgt uppi og ímillum fjøll, ger, at roykur frá bilum og verksmiðjum verður liggjandi yvir býnum og dálkar luftina. Meksikobýur er ovfólkaður, og har er eisini stórur vandi fyri jarðskjálvta. Í 1985 oyðilegði harður jarðskjálvti miðbýin; 10.000 fólk doyðu. Kendasta gøtan í Meksikobýi er breiða Paseo de la Reforma við høgum húsum, kaffistovum og sjónleikarhúsum.

Landslagið í Meksiko er fjølbroytt. Fyri norðan eru víðar oyðimerkur, í miðjum landi fjøll við kava á og stórur háslætti og tropiskur regnskógur fyri sunnan. Í Sonoran-oyðimørkini, sum gongur norður í USA veksur stórvaksin saguarokaktus, og her eru vandamikil dýr, sum til dømis glintormar og sporðdrekar.

Ferðamannavinnan er ein av størstu inntøkukeldunum í Meksiko. Fólk koma úr øllum heiminum at síggja Chichén Itzá, Tenochtitlán, Palenque og aðrar býir úr gomlum døgum, sum blómaðu í Mayaríkinum og Astekaríkinum. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í frítíðarbýunum Acapulco og Cancun draga eisini mong ferðafólk til sín.

Tætt sunnan fyri markið móti USA eru einar 2.000 verksmiðjur, kallaðar maquiladoras. Her verða bilar, teldur, skógvar og aðrar hálvlidnar vørur savnaðar og gjørdar lidnar, næstan alt verður flutt út.

Fólkið í Norðuramerika

Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá ið vit hugsa um fólkatal og vælferð, er USA, ríkasta land í heiminum. Norðan fyri USA er ovurstóra Kanada. Har býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð bretsk hjálond, og meginparturin av fólkinum talar enskt. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Norðuramerika, helst úr Evropa, men eisini úr Suðuramerika og Asia.