• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sterkur búskapur

Tjúgu ár eftir at Korekríggið var av, var Suðurkorea komið fyri seg aftur búskaparliga. Nýggjar verksmiðjur fóru at gera háteknologiskar vørur til útflutnings, og nýggir stórbýir vórðu bygdir. 

Mesti útflutningur er í dag elektroniskar vørur, so sum sjónvarp og fartelefonir, men eisini bilar og risastór skip.

Føroyingar hava arbeitt í Suðurkorea fyri reiðarí og klassingarfeløg, sum tryggja skip.

Borið saman við Norðurkorea blómar búskapurin í Suðurkorea. Landið er í dag sjeyndstørsti útflutningsbúskapur í heiminum og hevur víðfevnt handilssamstarv við onnur lond, mest Kina, USA og Japan

Uppgávur:

Gerið ein graf í flokkinum, sum vísir hesi almennu viðurskifti:

Úr hvørjum landi er sjónvarpið hjá tykkum?

Úr hvørjum landi er tín fartelefon? 

Úr hvørjum landi er tykkara bilur?

Úr hvørjum landi er tykkara myndatól?

Úr hvørjum landi er tykkara vaskimaskina?

Sæst Suðurkorea aftur í nøkrum av grafunum? 

OEC er stytting fyri The Observatory of Economic Complexity, sum í myndum og teksti ber saman lond og vørur. Ábyrgdari er Alexander Simoes, sum hevur lisið Media Arts and Sciences á MIT Media Lab

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018