Skip to main content

Filmur úr Korea

Í 50 ár hava tey havt eina kvotaskipan í Suðurkorea. Skipanin krevur, at eitt ávíst tal av filmum skulu vera suðurkoreanskir. Talið er vaksið hvørt ár, og í 1999 var Shiri (Kang-Je guy) fyrsti filmur, sum heilt nógv fólk vildu síggja. Í dag skulu suðurkoreanskir biografar vísa innlendskan film 73 dagar um árið.

Í 2001 bleiv filmurin My Sassy Girl (Kwak Jae-young) so kendur í Eysturasia, at amerikanarar gjørdu filmin av nýggjum í Hollywood, japanarar gjørdu eina sjónvarpsrøð úr filminum og í 2016 gjørdu kinesarar ein framhaldandi part av upprunaliga filminum. 

Í 2016 varð suðurkoreanski filmurin The Handmaiden (Park Chan-wook) kendur um allan heim. Filmurin varð vístur á Faroe Islands International Minority Film Festival í Havn í fjør. Eitt av eyðkennunum fyri suðurkoreanskan film er, at teir eru bæði harðrendari og fúlari, enn vit eru von við á okkara leiðum.

Uppgávur:

Hevur tú sæð nakran film úr Fjareysturi? Um so er, greið frá um tað, sum tú serliga hefti teg við.

Hvat heldur tú um suðurkoreanska kravið, at biografar skulu vísa innlendskan film 73 dagar um árið?

Hvar sært tú flestu filmar? 

 

 

 

Millum kendastu filmsleikstjórar í Suðukorea er Park Chan-wook, sum er føddur í 1963. Myndin er úr The Handmaiden, sum hann gjørdi í 2016. Filmurin fer fram í Korea í 1930'unum, har japanarar eru ráðandi yvirstættin og koreanarar eru undirstættin

Tann biograffilmur, sum flest fólk hava sæð í Suðurkorea, er My sassy girl, sum Kwak Jae-young leikstjórnaði í 2001