Skip to main content

 

 


Guatemala


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Guatemalabýur

Vídd: 108.890 km2

Fólkatal: 13.824.463

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 98%, aðrir 2%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri

Gjaldoyra: quetzal (GTQ)

Guatemala

Avtoftaðir býir úr stórtíð mayaríkisins og katólskar kirkjur í sponskum sniði bera boð um, at mentanin í Guatemala er fjølbroytt. Helmingurin av fólkinum nú á døgum er ættaður frá mayaindiánunum, og flestu teirra búgva í bygdum í hálendinum. Hin helmingurin er lutvíst indiánskur, lutvíst spanskur. Mangir mayaindiánar arbeiða hjá ríkum góðseigarum, sum dyrka kaffi, sukur og bananir, sum er týdningarmesta útflutningsvøra í landinum. Guatemala flytur eisini út nýhentaðar blómur, mest rósur, ið verða dyrkaðar í dølunum við Antigua.

Flestu fólk í Guatemala eru rómversk katólsk, ið var átrúnaðurin, sum spaniamenn bóru við sær, tá ið teir komu hagar í 15. øld. Alt fleiri fólk taka nú við protestantiskari trúgv, men fólkið hevur eisini aðra gudsdýrkan, ið hevur røtur aftur í gamla indiánska trúgv. Skrúðgongan í Antigua er eitt av hátíðarhaldunum í halgu vikuni. Í Sankta Tomaskirkju verður biðið bæði til katólsk halgimenni og gamlar indiánskar gudar.

Marknaðir, sum hesin í Chichicastenango uppi í hálendinum tætt við Atitlánvatn, er vanligur partur í gerandislívinum. Mangir indiánar í Guatemala eiga smáar jarðarteigar, har teir dyrka mais, bønir, grasker og frukt. Tey, ið búgva avsíðis, ganga langan veg at selja grøði sína. Á marknaðinum verða eisini seldar blómur og handgjørdar vørur og ymsir lutir, ið handvei karar hava gjørt, t.d. leirvørur og kurvar. Liljur og rósur, nelikar og gladiólir verða dyrkaðar í dølunum. Tað mesta verður selt til Norðuramerika.

Konurnar á bygd ganga í øklasíðum skjúrti, sum tær sjálvar veva. Mynstrini eru fleiri hundrað ára gomul. Veving er gamalt handverk. Vovið verður við litføgrum tógvi og tráði, og somu mynstur eru gingin í arv ætt eftir ætt. Fleiri enn 300 ymisk mynstur eru, sum øll hava sína serligu søgu. Vevkonurnar nýta einfaldar vevar, sum eru lættir at taka við sær, tá ið tær flyta úr einum staði í annan.

Ferðavinnan er tann vinna, sum veksur skjótast í Guatemala. Á hvørjum ári koma stívliga hálv millión fólk til landið at síggja gomlu mayabýirnar. Tempultoftirnar av mikla mayabýnum Tikal eru í einum stórum tropuskógi. Enn veit eingin, hví fólkið brádliga fór úr býnum fyri um 1000 árum síðan.

Mayafólkið má alsamt stríðast til tess at lívbjargað sær, og mong hava tolt nógv og eru dripin, tá ið tey hava roynt at hildið fast um sín gamla lívshátt. Ringast var fyrst í 1980-árunum, tá ið hernaðarstýrið, sum tá var, setti sær fyri at týna mayafólkið. Eini 60.000 fólk flýddu til Meksiko og hava livað har í flóttafólkalegum. Nú flyta tey heim aftur til Guatemala, men viðurskifti teirra eru óviss, og mesta jørðin er tikin frá teimum.

Í Guatemalabýi gerast alt fleiri gøtubørn. Tað eru børn, sum eru farin heiman undan neyð og fátækadømi. Á gøtunum lívbjarga tey sær; tey stjala, bidda og selja tað, tey finna á ruskdungum. Mannarættindafelagsskapir, t.d. Amnesty International, eru nú farnir at arbeiða fyri at bøta um viðurskftini hjá hesum børnum.