• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

 

 

Tak niður!

Tak niður forritið við at klikkja á knøttin omanfyri. Tá kemur fram rútur, har biðið verður um at goyma fíluna á t.d. skriviborðinum.

Tá fílan er innkomin, skalt tú klikkja á hana og so fer innlesingarforritið í gongd. 

Góða eyndu

(Forritið er tíverri ikki tókt til Apple teldur)

Myndaorðabók

MYNDAORÐABÓKIN er ætlað børnum, ungum og vaksnum við ymiskum fortreytum og á ymsum háttum og torleikastigi. Teir ymisku partarnir í forritinum styrkja um førleikarnar innan mál og KT.

Í myndaorðabókini ber til at arbeiða við 60 ymiskum liðugt gjørdum síðum við teksti, mynd og ljóði. Á hvørjari síðu eru 12 ymisk sløg av uppgávum.

Fjølbroyttu aktivitetirnir hóska væl til frálæruna í føroyskum og byrjanarfrálæruna í fremmandamáli. Við at arbeiða við teim ymsu aktivitetunum, økist orðatilfeingi samstundis sum úttala, stavseting og formulering verða styrkt. Upplesingin av teimum 600 orðum við tilhoyrandi setningum á ávikavist føroyskum, donskum, íslendskum, enskum, týskum og fronskum máli gevur frálæruni ein ektaðan dám.


MYNDAORÐABÓKIN kann verða nýtt á ymsum torleikastigum og á ymsar mátar. Her eru ymsik sløg av uppgávum, sum venja bæði eyga, oyra og lesi og skriviførleikar. Her eru fleiri uppgávu møguleikar at velja ímillum.

Við at arbeiða við teim ymsu uppgávusløgunum, sum eru at finna í forritinum, mennist orðatilfeingið hjá næmingunum, eins og teir verða kringari at stava og málbera seg.

Forritið er vælegnað í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Eisini er tað vælegnað í innleiðandi undirvísingini í fremmandamáli, tí forriti gevur næmingunum møguleika at hoyra orð og setningar á viðkomandi máli.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017