SNAR.fo

Hósvík

Hagtøl

Fólkatal

Klikk á myndina fyri at vitja Sunda kommunu.

Tá vit koyra eftir landsvegnum norður gjøgnum Sundalagið, er Hósvík fyrsta bygdin vit koma til í Sunda kommunu. Markið millum Hósvík og Kollafjørð er suðuri á Deild, og norður móti Hvalvík er áin Hamrá mark. Í Hósvík búgva stívliga 300 fólk.

Hósvík man vera millum elstu bygdirnar í landinum. Summi halda navnið boða frá, at hov hevur verið í Hósvík, ið var vígt gudinum Tóri. Hinvegin meta onnur, at navnið kann stava frá fyrsta niðurseturmanninum, Tóri Lága, sum helt til í býlinginum í Toftum.

Fitt av jørð hoyrir til bygdina – 19 merkur – og har eru 4 bóndagarðar: Heimistova og Frammistova yviri í Toftum, og Heimistova og Frammistova undir Garðsenda. Lendið kring bygdið er soleiðis háttað, at væl hevur ligið fyri at velta og hava gott grundarlag undir einum væl riknum landbúnaði. Við nýggju tíðunum tók annað virksemi seg upp, men enn vísa víðfevndu teigarnir, at jarðarbrúkið hevur góðar umstøður í Hósvík.

Í 1897 var fyrsti skúlin bygdur, og nýggjur skúli var bygdur í 1968 og umbygdur Í 1975. Til skúlan er ein útivøllur, sum hevur sama mát sum ein hondbóltsvøllur. Børnini ganga í Hósvíkar skúla frá 1-7 flokk og næmingatalið liggur omanfyri fjøruti. Næmingarnir í 8. til 10 flokk ganga á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Eisini er tónleikaundirvísing og ymisk frítíðarundirvísing í skúlanum. Í Hósvík er nýggjur dagstovnur bygdur, Dagstovnurin við Stórheygg, og har er barnatalið somuleiðis omanfyri tey fjøruti. Bygdin er í vøkstri, og nógv nýggj hús eru komin seinnu árini.

Felagslívið trívist í Hósvík. Har er bygdahús, sum felagið Bygdafelagið Varðin eigur. Róðrarfelagið hevur tveir kappróðrarbátar, Hósvíking, sum er 6 mannafar og Falk, sum er fimmmannafar. Eisini eigur felagið ein bát, ið kann nýtast til seglsigling. Hesin bátur eitur Kollsteinur. Í august mánaði á hvørjum ári skipar felagið fyri regattasigling, sum hevur stóra undirtøku.

Í Hósvík er stórur dentur lagdur á, at bygdin og umhvørvið kring hana er reint og ruddiligt. Hetta sæst ikki minst aftur í Lágánni, sum í 2006 fekk virðisløn sum best røkta á í landinum, og bygdin sum heild fekk 2. virðisløn.

Av vinnulívi í Hósvík er eitt nú at nevna einasta bitumengoymslan í landinum. Alt bitumenið, sum verður nýtt í landinum til asfaltbrúk, verður flutt hiðani í tangabilum. Tað er Landsverk, sum eigur bitumengoymsluna. Eisini hevur reiðaravirkið P/F Thor heimstað her. Thor hevur vaksið nógv um virksemið seinnu árini, og rekur tilsamans 16 skip, í mestan mun innan frálandavinnuna. Harafturat eru fleiri smærri fyritøkur innan flutningvinnu, handverk og ymsar tænastur.

Norðanfyri Hósvík eru Áirnar, har hvalastøðin einaferð var millum størstu og týðningarmestu arbeiðsplássini á landi. Har vóru 100 mans til arbeiðis í summarhálvuni. Støðin byrjaði í 1905. Tað vóru norðmenn, sum byrjaðu. Í 1958 endaði hvalaveiðan. Frá 1958–1984 varð onkur hendinga hvalur skotin. Føroya Landsstýri eigur nú Hvalastøðina við Áir, og umhugsað verður, hvussu hon best kann varðveitast.

Bygningurin har arbeiðsfólkið á hvalastøðini helt til, er í dag umbygdur til skúla – Alv skúlan við Áir, sum er ein skúli fyri brekað. Undirvísing er til FHS og fráfaringarroyndir fólkaskúlans.

Føroya Brandskúli heldur eisini til við Áirnar. Virksemið hjá Brandskúlanum byrjaði seint í 1970-árunum, og hagar koma næmingar frá Vinnuháskúlanum, siglandi fólk, umframt sløkkiliðsmenn hjá kommununum.

Við Áir heldur eisini p/f Fiskaling til, og stendur fyri einum rættiliga umfatandi kynbótararbeiði á støðini har.

Sí eisini.

Sunda kommuna

Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í Sundalagnum í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.

Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka søgu. Markatalsbygdirnar eru Hósvík (19 merkur), Hvalvík (24 merkur), Streymnes (12 merkur), Saksun (29 merkur og 8 gyllin)), Haldórsvík (12 merkur), Tjørnuvík (24 merkur), Oyri (12 merkur), Norðskáli (4 merkur) og Gjógv (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í 19. øld, fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av 19. øld og aftur við lógini frá 1938.

Sundið millum Eysturoynna og Streymoynna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum Sámali Johansen.

Tá brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973 og í 1976 Norðskálatunnilin, broyttust fortreytirnar hjá økinum grundleggjandi. Frá at vera ein heldur avsíðis partur í landinum, gav henda nýggja meginferðsluæðrin øktar møguleikar fyri vinnulívinum, umframt ferðingarmøguleikar fyri tey, sum eitt nú starvast í Havn ella á Skálafjørðinum.Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.

Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo