Hagtøl | ||
Navnið Hvalvík sigur frá, at her er ein av góðu hvalvágunum í landinum. Niðri á Hvalvíksoyruni er góð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini. Til Hvalvíkar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru trý. Lendið kring bygdina gevur góðar umstøður at reka landbúnað, sum hevur verið sera umráðandi í eldri tíð. Seinni, tá fiskivinnan fór at gera seg galdandi, misti jarðarbrúkið fyri ein part sín týdning. Menn fóru til skips, og síðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nú innan handverk, flutning, aling og innan handil. Í Hvalvík heldur fyritøkan Norðsetur til, sum hevur smíðað sniðhús síðan 1980. Fyritøkan fekk sær egnan framleiðslubygning í 1983, og hevur síðan smíðað eina ørgrynnu av húsum kring alt landið. Eisini eru hús útflutt til Týsklands. Norðsetur byggir eisini størri virkisbygningar, eitt nú hallir, skrivstovubygningar og handlar. Á bryggjuni í Hvalvík halda eisini aðrar fyritøkur til við goymslubygningum og øðrum. Kirkjan í Hvalvík er elsta kirkja í landinum. Hon er bygd í 1829, og er bygd úr viði frá skotsku barkini Broon, sum fór á land í Saksun árið fyri. Frammanundan stóð ein eldri kirkja í Hvalvík. Prædikustólurin í Hvalvíkar kirkju varð gjørdur til Havnar kirkju í 1609 og er seinni keyptur til Hvalvíkar. Talan er um eitt sjáldsamt listarverk, ið hevur sína egnu, serligu søgu. Í Hvalvík er nýggjur dagstovnur bygdur – Barnagarðurin við Kráir, sum rúmar 60 børnum. Skúlin í Hvalvík hevur næmingar frá 1. til 7. flokk, tilsamans úti við 60 børn. Síðan verður hildið fram á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Bygdin er í vøkstri - fólkatalið liggur omanfyri tey 200, og útlit eru fyri, at hesin vøkstur fer at halda fram. Bygt verður nú inn móti Saksunardali, í natúruvøkrum og friðaligum umhvørvi. | ||
Sunda kommunaSunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í Sundalagnum í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka. Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka søgu. Markatalsbygdirnar eru Hósvík (19 merkur), Hvalvík (24 merkur), Streymnes (12 merkur), Saksun (29 merkur og 8 gyllin)), Haldórsvík (12 merkur), Tjørnuvík (24 merkur), Oyri (12 merkur), Norðskáli (4 merkur) og Gjógv (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í 19. øld, fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av 19. øld og aftur við lógini frá 1938. Sundið millum Eysturoynna og Streymoynna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum Sámali Johansen. Tá brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973 og í 1976 Norðskálatunnilin, broyttust fortreytirnar hjá økinum grundleggjandi. Frá at vera ein heldur avsíðis partur í landinum, gav henda nýggja meginferðsluæðrin øktar møguleikar fyri vinnulívinum, umframt ferðingarmøguleikar fyri tey, sum eitt nú starvast í Havn ella á Skálafjørðinum.Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum. Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum. | ||