SNAR.fo

Norðskáli

Hagtøl

Fólkatal

Klikk á myndina fyri at vitja Sunda kommunu.

Norðskáli er rættiliga gomul bygd, helst gongur søgan nakað aftur í miðøldina. Hon er minsta markatalsbygd í landinum, bert 4 merkur. Hetta bar í sær, at í tí longu tíðini, meðan jørðin var avgerðandi lívsgrundarlagið, kundu bert fá fólk lívbjarga sær á staðnum. Ymiskt bendir á, at fyrstu, fáu, búfólkini bert hava støðast har í styttri tíð í senn, hava verið uppisitarar í nøkur ár, og eru so flutt aftur til heimbygdina. Tá loyvt varð at leggja inn gerði, gjørdist grundarlag fyri einum størri fólkatali.

Upprunaligi bøurin liggur frá Stórá og norður á Garðar. Í hesum samanhangi skulu vit eisini síggja elsta býlingin í bygdini, Reynið og Tøðuna. Navnið Garðsendi ber boð um, at hetta var markið norðureftir. Hetta sæst eisini týðiliga á eini tekning frá 1789, ið ein av luttakarunum á kanningarferðini hjá skotanum Stanley gjørdi ein summardag, tá ið teir róðu av Hvalvík og norður til Eiðis. Menn hava tó ikki bert dúvað uppá jørðina, men róð út við smærri bátum, tá ið líkindi vóru til tað. Seinni hevur bygdin breitt seg norðureftir og suðureftir, væl suður um hagamarkið móti Oyri.

Vøksturin í fólkatalinum má eisini her síggjast í mun til lívsgrundarlagið, sum av álvara batnar aftaná 1800. Nú verða gerðini løgd inn - gerði, ið ikki bara geva húsum navn, men sum eru støðið undir húsarhaldinum saman við útróðri og seinni skipsfiskiskapinum. Hesa tíðina er sostatt neyðugt at fáa inntøkuna frá fleiri síðum til lívsins uppihald. Vár og summar til skips og hitt hálvárið til at velta og annað landbúnaðararbeiði.

Handilsmenn hava hesa tíðina nógvar streingir at spæla uppá. Teir taka ofta ímóti fiski, eiga útróðrarbátar og skip, sum eru inntøkukelda hjá bygdafólkinum. Handilin hevði í nógvum førum postin um hendi, umframt ymsa frakt. Alt hetta gjørdi handilin til ein miðdepil í bygdini, har fólk savnaðist, ikki bert fyri at keypa, men eisini fyri at frætta tíðindi.

Við stóru útbyggingunum innan samferðsluna í 1970-árunum kom Norðskáli at liggja væl fyri í meginøkinum. Hetta hevur verið grundarlag undir nýggjum arbeiðsplássum í bygdini, so sum fiskavirki, stoypivirki, innan aling, eins og handils- og tænastuvirksemi. Norðanfyri brúnna um Streymin er vaksið fram eitt handilsøki, sum liggur sera væl fyri í mun til ferðsluæðrarnar í meginøkinum. Fólkatalið er vaksið rættiliga skjótt seinnu árini, og er komið upp um tey hálvttriðjahundrað.

Sí eisini.

Sunda kommuna

Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í Sundalagnum í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.

Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka søgu. Markatalsbygdirnar eru Hósvík (19 merkur), Hvalvík (24 merkur), Streymnes (12 merkur), Saksun (29 merkur og 8 gyllin)), Haldórsvík (12 merkur), Tjørnuvík (24 merkur), Oyri (12 merkur), Norðskáli (4 merkur) og Gjógv (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í 19. øld, fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av 19. øld og aftur við lógini frá 1938.

Sundið millum Eysturoynna og Streymoynna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum Sámali Johansen.

Tá brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973 og í 1976 Norðskálatunnilin, broyttust fortreytirnar hjá økinum grundleggjandi. Frá at vera ein heldur avsíðis partur í landinum, gav henda nýggja meginferðsluæðrin øktar møguleikar fyri vinnulívinum, umframt ferðingarmøguleikar fyri tey, sum eitt nú starvast í Havn ella á Skálafjørðinum.Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.

Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo