SNAR.fo

Oyri

Hagtøl

Fólkatal

Klikk á myndina fyri at vitja Sunda kommunu.

Bygdin man hoyra millum tær elstu í landinum. Hetta sæst á tveimum viðurskiftum: Hagin fevnir langt út um bygdina, bæði norður og suður eftir, og jørðin hevur verið savnað á fáum hondum, á einum garði - seinni tveimum, soleiðis sum vit plaga at skilja við eina bónda- og landnámsbygd. Flestøll munnu kenna søguna um Orm bónda og Oyrabónda. Sjálvt um tað eisini er ein spennandi søga, so hevur hon óivað eina veruliga kjarnu. Givið er, at Oyri við sínum garði hevur havt ein bónda við ávirkan á tingi. Ein av teimum var Hans Jacobsen Debes, ið gjørdist Føroya løgmaður í árunum frá 1755 - 69. Hann hevði frammanundan lisið løgfrøði í Danmark og skaraði í síni tíð á mangan hátt framúr. Hann hevði eitt nú hug til ganga nýggjar leiðir innan jarðarbrúk og fiskiskap. Men sum so ofta í slíkum førum var undirtøkan ikki stór, tí tíðin mundi ikki vera búgvin til stórvegis broytingar.

Ikki fyrr enn inn í 19. øld gerast broytingarnar í bygdini sjónskar. Hóast uppskot hevði verið frammi í 1780'unum um at leggja eitt sindur av haganum inn til gerði og velta í nýggjum plássum millum bygdirnar, var hetta av ongum. Bøndirnir, ið mannaðu løgtingið tá, vildu ikki missa haga, ei heldur húskallar og arbeiðskonur, um tey fóru at fáa fótin undir egið borð. Tað man tí serliga vera embætismonnunum fyri at takka, at hesin nýggi møguleikin varð settur verk - at velta upp úr nýggjum, og kunna breyðføða eitt húski við tí. Ikki bert bygdafólkið tók við hesum tilboði - vit síggja eisini byrjanina til umfatandi flyting millum oyggjarnar. Fólk savnast har, sum jørð var til taks - akkurát sum fiskivinnubygdirnar fara at draga til sín seinni, tá ið skipsfiskiskapurin tekur seg upp.

Við fiskivinnni fekk Oyri nýtt vinnuligt grundarlag. Nevnast kunnu Garnavirkið, sum lat reiðskap til mong skipini í føroyska flotanum gjøgnum árini, og O.C. Joensen, ið fyrst rak handils- og útgerðarvirksemi og seinni hevur gingið nýggjar leiðir innan skeljaveiðu og –virking,  við stórum og framkomnum rækjuvirki og tilvirking av úrdráttum av øðrum skeljadjórum.

Á Oyri hevur fólkatalið seinnu árini ligið um tey hálvtannaðhundrað. 

Sí eisini.

Sunda kommuna

Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í Sundalagnum í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.

Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka søgu. Markatalsbygdirnar eru Hósvík (19 merkur), Hvalvík (24 merkur), Streymnes (12 merkur), Saksun (29 merkur og 8 gyllin)), Haldórsvík (12 merkur), Tjørnuvík (24 merkur), Oyri (12 merkur), Norðskáli (4 merkur) og Gjógv (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í 19. øld, fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av 19. øld og aftur við lógini frá 1938.

Sundið millum Eysturoynna og Streymoynna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum Sámali Johansen.

Tá brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973 og í 1976 Norðskálatunnilin, broyttust fortreytirnar hjá økinum grundleggjandi. Frá at vera ein heldur avsíðis partur í landinum, gav henda nýggja meginferðsluæðrin øktar møguleikar fyri vinnulívinum, umframt ferðingarmøguleikar fyri tey, sum eitt nú starvast í Havn ella á Skálafjørðinum.Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.

Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd , ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum.

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo