Hagtøl | ||
Vestmenn og vestmenningar Millum tey fólk sum á sinni settust niður í óbygda oyggjalandinum Føroyum, vóru eisini vestmenn. Hetta kann beinleiðis verða lisið burtur úr navninum á teirri bygd, har tey settu seg niður, í Vestmannahavn. Annars er tað sjáldan, at til ber so neyvt at siga, hvørjir búreisingarnir vóru. Í Føroyum hava vit bert 2-3 onnur dømi. Men hvørjir vóru vestmenn? Ymisk svar eru til henda spurning, og fari eg her m.a. at bjóða mítt svar fram. | ||
Landbúnaður var høvuðsvinnugreinin til uml. hálva 19. øld. Tí trunkaðu húsini seg kring bóndagarðarnar, og fingið við tíðini bygdarheiti. Ár 2000 er Vestmann í stødd og vavi ein miðal bygd eftir føroyskum máti. Íbúgvararnir eru uml. 1300. 2. heimsbardagi merktist væl í Vestmanna við nógvu ræðuleikunum, hetta heljarstríð hevði við sær. Góðu havnaumstøðurnar høvdu við sær, at nógv skip - armeraðir bretskir trolarar og onnur - komu inn at søkja sær skjól. Av hesum gjørdist bygdin sjálvandi eitt upplagt mál hjá týskum flogførum, sum við bumbum og kanónum spreiddu ræðslu og stúran millum bygdarfólkið. Nógvar av sjómonnunum misti bygdin eisini hesi árini. Við avftofting av Sjóvargarði og bygging av nýbýlingum, fekk bygdin í miðøld tað skap, sum hon varðveitti heilt inn í 19. øld: Allir fyrndarbýlingarnir, á Heygum, í Toftum, í Gørðum, í Skálum, á Deild og á Rógvu liggja ovarlaga í bønum, teir flestu fluttir út frá upprunagørðuunum og bygdir uttan táverandi bøgarðar, men við yngri innleggum uttanfyri. Hetta er støðan, sum vit finna hana um ár 1600, tá vit á fyrsta sinni fáa skrivaðar keldur til búsetingarsøguna. Men um hetta mundi hevði bygdarfólkið langt síðan gloymt, at tey vóru vestmenn ikki einans av navni men eisini av uppruna. Íbúgvanavnið var farið at kámast og broytast, og hongur hetta saman við, at sjálvt bygdarnavið var farið av lagið. | ||
Vestmenn í Vestmannahavn Mangan verður ført fram, at vestmenn vóru írar. Hetta er bert partvíst rætt. Írar vórðu roknaðir millum vestmenn, men allir vestmenn vóru ikki írar. Bygdarnavnið í Vestmannahavn er tí ikki prógv fyri, at júst írar skulu hava sett seg niður har. Í Vestmanna er heldur einki annað, sum bendir á, at írar ella onnur keltisk fólk nakrantíð hava búð har. Millum staðanøvnini í Vestmanna er mær kunnugt ikki eitt keltiskt navn. Høvdu niðursetumenn í Vestmanna allir verið keltar, høvdu vit tó væntað at sæð tað aftur í staðanøvnunum, bæði í orðatilfari og navnabygnaði. Men navnatilfarið í Vestmanna er eins norrønt og í Føroyum annars. Sannlíkast er tí, at eisini Vestmanna varð bygd av norrønum fólki. Men vestmenn vóru teir, hesir norrønu menn, sum settust niður í Vestmannahavn. Rímiligast er tí at halda, at bygdin er vorðin bygd nakað væl inn í 9. øld í fyrsta lagið av synum, abbasynum ella øðrum eftirkomarum eftir norskar niðursetumenn í Vesturlondum. Í 9. øld vóru flest allir Vestmenningar enn heidnir. Teir, sum búðu í Vesturlondum høvdu tó samband við kristin fólk, kendu kristna læru og kristnar siðir, og summir høvdu tikið við kristnari trúgv. Allir høvdu teir sæð kristnar prestar og munkar, sum teir nevndu papar. Úr norskari søguskriving vita vit, at nakað inn í miðøld livdi enn minnið um papar og pettar, sum norðmenn høvdu sæð, fyrst teir komu í Vesturlond. Men sagnirnar hava fingið ein ævintýrkendan dám. Kanska er tað ikki av tilvild, at einastu staðanøvn í Føroyum, sett saman við orðinum papi, júst eru at finna í Vestmanna. Langt til fjals, í Paparókum og á Papurshálsi, høvdu vanlig menniskju ikki kunnað búð, men í hugaheimi vestmanna búðu har papar, sum nú saman við øðrum yvirnátúrligum verum livdu teirra dulda lív í haganum. | ||
Lokala AgendafelagiðLokala Agendafelagið í Vestmanna virkar fyri einum betri umhvørvi eftir Agenda 21. Mottoið er: hugsa globalt og virka lokalt. Agendafelagið arbeiðir við at finna eina kommunu, sum gagnnýtir vatn til drekkivatn til at fáa orku burturúr. Somuleiðis arbeiða vit við at fáa taskur, sum fólk kunnu keypa og hava við sær til handils í staðin fyri plastikk-posar. | ||
Nøkur staðarnøvnKrosstúgva Frá katólskari tíð eru nøvn sum á Krossi, Krossbrekka, Krossnes o.o. Á slíkum støðum stóðu trækrossar við gøtur, og har bóðu vegfarandi fólk bønir. Frá støðunum, sum hesir krossar stóðu, sást til kirkjuna í teirri bygd, sum fólk vóru á veg til. Gamla kirkja Kirkjufløttur Kirkjusandur Kirkjugøta Biskupsmørk Niðri á Búð/ á Búðini Postulakirkja Heljareyga Nøvn frá heidnari tíð í Føroyum eru m.a. Heljareyga og Heljarhol, ið koma av teirri pátrúnni, at opningar leiddu frá jarðarskorpuni mitt inn í jørðina, til heljar. Krossadalur | ||