Boa-drekafiskur (ljósfiskaættin)
Stomias boa ferox Reinhardt, 1842
Stødd: Boa-drekafiskur verður umleið 30 cm langur, mátað til klingruna. Møguliga verður hann nakað longri enn tað.
Dýpi: Hann er í djúpu høvunum, niður á í minsta lagi 1000 m. Í myrkri fer hann upp undir vatnskorpuna.
Litur: Hann er svartur-myrkabrúnur, skyggir nakað í ælabogalitum.
Lýsing: Boa-drekafiskur er langur og klænur fiskur. Hann hevur lítið høvd við síðari finnu, ið hongur niður úr lippuni og røkkur aftur til uggafjaðrarnar. Hann hevur spískar tenn. Aftast á sporlinum er ein lítil ryggfjøður, sum kemur aftur til klingruna. Beint undir henni er ein gotfjøður, ið er eitt lítið sindur størri. Umleið á aftasta fjórðingi eru tær heilt smáu búkfjaðrarnar. Eini 85-91 ljósgøgn eru niðarlaga aftur eftir síðunum.
Eyðkenni: Klæna vakstrarlagið, lítla høvdið, finnan, stóri kjafturin við spísku tonnunum, fjaðrarnar aftast, liturin og ljósgøgnini.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Boafisk, en: Boa dragonfish
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Ljósfiskar Stomiiformes Í hesum hópinum eru 5 ættir, 53 slektir og 391 sløg: Av teimum eru undir Føroyum skrásettar 3 ættir við 7 slektum og 8 sløgum:
Yvirhøvur smáir fiskar, ið hava ljósføri runt um á kroppi og høvdi. Summir hava finnu. Nakrir hava roðslu, aðrir ikki. Summar av fjaðrunum mangla á nøkrum sløgum. Onkrir hava fitifjøður undir sporlinum. Flestir eru dimmir á liti, og nakrir eru silvurblankir. Ljósfiskar eru bæði djúpt og ovarlaga í sjónum. | ||