Dukátfiskur (dukátfiskaættin)
Diretmoides pauciradiatus (Woods, 1973)
Stødd: Dukátfiskur verður upp í 50 cm langur.
Dýpi: Hann er frá ovastu vatnløgunum til 1000 m dýpi ella djúpari. Óbúnir fiskar eru ovari og búnir djúpari.
Litur: Hann er svartbrúnligur, ungir fiskar hava silvurfarra.
Teinar: R 24-28; G 18-22;
Lýsing: Dukátfiskur er smalur, há- og stuttvaksin. Hann hevur stórt høvd og stór eygu. Hann hevur beinryggir ovast á kápuni, upprendan kjaft, ið kemur akkurát inn undir fremru rondina á eygunum. Hann hevur eina langa ryggfjøður og eina heldur styttri gotfjøður. Hann hevur sýldan stert.
Eyðkenni: Høvuðlongdin er minni enn høvuðhæddin. Hann hevur stór eygu, og gronin er styttri enn eygnatvørmátið. Búkfjaðraendarnir røkka ikki aftur til gotfjøðurina. Beinteinar eftir kápuni.
Týdningur: Hann hevur lítlan ella ongan vinnuligan týdning.
da: Dukatfisk, en: Longwing spinyfin, fr: Dirette aile longue
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Serkafiskar Beryciformes Hesin hópurin hevur 7 ættir við 29 slektum og 144 sløgum. Undir Føroyum eru 3 ættir, ið hava 3 slektir og 5 sløg:
Teir eru smalir og nakað hávaksnir fiskar. Summir hava eina ryggfjøður, aðrir tvær, flestu við beinteinum í framparti av ryggfjaðrunum. Eina gotfjøður, ofta við beinteinum fremst, flestu við stórum, sýldum sterti. Serkafiskar eru djúpvatnsfiskar, silvurblankir, reydligir og brúnsvartir. | ||