Gráhávur (slættuhávaættin)
Galeorhinus galeus (Linné, 1758)
Stødd: Gráhávur verður upp í 2 metrar, men vanliga ikki størri enn 150 cm.
Dýpi: Hann er uppsjóvar- og botnfiskur, úr vatnskorpuni niður á 50 metra dýpi.
Litur: Gráhávur er myrkagráur á bakinum, ljósari um síðurnar og næstan hvítur undir búkinum. Hann kann eisini vera stálgráur ella brúnur-ljósabrúnur á bakinum.
Lýsing: Hann er mjáur og smidligur hávur við longum spískum høvdi, ið er umleið 20% av heildarlongdini.
Gráhávur hevur tvær ryggfjaðrar, báðar tríhyrntar. Tann fremra er væl størri enn aftara. Fremri endi hennara er uppi yvir innara horni á uggafjøðurini. Aftara ryggfjøðurin og gotfjøðurin eru eins stórar. Uggafjaðrarnar eru stórar og tríkantaðar. Gráhávur hevur fimm smá táknaop, og andahol aftan fyri eygað og tríkantaðar ’hávatenn’, sum eru eins í báðum kjaftum. Hann hevur eygnalok. Stórt skarð er inn í stertin, og sterturin er nakað upprendur. Lítið sæst til strikuna.
Eyðkenni: Hann er smidliga vaksin, hevur gotfjøður og andahol og hevur ikki ‘kjøl’ á síðunum á klingruni.
Týdningur: Hjá føroyingum hevur hann ikki vinnuligan týdning.
da: Gråhaj, en: Tope, fr: Requin hâ – Milandre, ís: Gráháfur, no: Gråhai, tý: Hundshai
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Eygnalokshávar Carcharhiniformes Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum. Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:
Hesin er tann talríkasti av hávahópunum. Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar. Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol. Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum. | ||