Halahvassa skøta (skøtuættin)
Bathyraja spinicauda (Jensen, 1914)
Stødd: Halahvassa skøta verður upp í umleið 170 cm.
Dýpi: Hon er úr 140 m niður á 1030 metra dýpi.
Litur: Á bakinum er hon ljósabrúnlig til ljósagráblá-brúngrá, onkuntíð næstan svørt. Undir búkinum er hon mjólkarhvít, ofta við ójøvnum gráligum liti fram við ravakantunum og við gotið. Undir halanum er hon oftast sprøklut grá/hvít.
Lýsing: Kropsskivan á skøtuni er heldur styttri enn breiddin millum ravaendarnar. Halin er styttri enn longdin á kropsskivuni. Gronin er nakað spísk, næstan í røttum vinkli, og er 3-4 ferðir longri enn breiddin millum eyguni. Hon hevur stórar, ljósar píkar eftir miðjuni á halanum frá hálvum gotfjaðrunum og aftur til fremru ryggfjøður, umleið 20-26 píkar. Ein stórur píkur er millum ryggfjaðrarnar. Eingir stórir píkar eru aðrastaðni á bakinum. Bakið er hvast av smáum píkum, serliga eftir miðjuni og á halanum. Undir búkinum er hon sløtt.
Eyðkenni: Píkar eru bert á halanum.
Týdningur: Halahvassa skøta verður avreidd sum onnur skøta.
da: Gråskade, en: Spinetail ray, fr: Raie à queue epineuse, ís: Maríuskata, no: Gråskate, tý: Grönlandsrochen
Útbreiðsla: Halahvassa skøta er í køldu høvunum norðanfyri, undir Vesturgrønlandi, Eysturgrønlandi, undir Íslandi, Føroyum, Hetlandi og upp við norsku strondini til Hvítahavið og Svalbarðs. Vestanfyri í Atlantshavinum er hon av George Banka í Davisfjørðin. Undir Føroyum er hon rættiliga vanlig á Íslandsrygginum, í hellingini eystanfyri og á Munkagrunninum, á 400-500 metra dýpi. Hon er eisini á Bankarygginum. | ||
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Skøtur Rajiformes Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni. Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni. *** Í stuttum um skøtur: Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast. Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið, Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg. | ||