Havállur (havállaættin)
Conger conger (Linné, 1758)
Stødd: Havállur verður upp í næstan 3 metrar til longdar.
Dýpi: Botnfiskur út á í minsta lagi 300 m.
Litur: Havállur er meira og minni myrkagráur ella morgráur um bakið. Síðurnar og búkurin eru ljósari. Poknurnar í strikuni eru hvítligar. Ryggfjøður og gotfjøður hava dimman kant. Hesin kanturin er ikki so sjónligur á gotfjøðurini.
Lýsing: Hann er langur og mjáur, í skapi mest sum vanligur állur. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, báðar langar og lágar, smáar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Táknaopini eru beint framman fyri uggafjaðrarnar.
Aftari endi á uggafjøðurini kemur, ella kemur næstan, aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini. Hann hevur ljósa striku.
Eyðkenni: Á haválli røkkur uggafjøðurin næstan aftur til ryggfjøðurina. Havállur hevur hvørki búkfjaðrar ella stert.
Týdningur: Hann er virðismikil matfiskur í Evropa. Undir Føroyum fæst so lítið av honum, at hann hevur ikki nevniverdan týdning.
da: Havål, en: Conger eel, fr: Congre, ís: Hafáll, no: Havål, tý: Congeraal-Meeraal
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Állafiskar Anguilliformes Hópurin hevur 15 ættir, ið hava 141 slektir og umleið 791 sløg. Av hesum eru undir Føroyum skrásettar 5 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í
Nøkur sløg hava ein beinleysan skræðulepa til stert, onnur hava ongan stert. Állafiskar av ættini Anguillidae eru katadromir. Hinar ættirnar liva alt lívið í sjónum. | ||