Krokodilluprikkafiskur (prikkafiskaættin)
Lampanyctus crocodilus (Risso, 1810)
Stødd: Her um okkara leiðir verður hann upp í 17 cm langur. Longur suðuri er hann upp í 30 cm langur.
Dýpi: Uppi í sjónum á víðum havi úr 45 niður á 1000 metrar.
Litur: Óskalaður er hann svartur um allan kroppin. Trolveiddur er liturin og veika skræðan ofta lutvíst sjavað burtur, og tað sæst inn á bera fiskin.
Teinar: R14(13-15); G17(16-19). Táknatindar: 5 (sjáldan 4) + 1 + 11 (10-12), til samans 17 (16-18).
Lýsing: Krokodilluprikkafiskur er langligur og tunnvaksin fiskur. Eina ryggfjøður umleið mitt á rygginum. Eina gotfjøður, ið er aftanvert miðjan fiskin. Gotfjaðrarfestið er longri enn ryggfjaðrarfestið. Búkfjaðrafestini eru fremri enn ryggfjøðurin. Uggafjaðrarnar eru langar og smalar og røkka aftur um gotið. Fitifjøðurin er umleið mitt millum stertin og ryggfjøðurina. Serliga smala og høga klingru. Høvdið er serligt við sínum langa kjafti, ið er meira enn fýra ferðir eygnatvørmátið. 3 ljósgøgn á kjálkPrikkafiskar Prikkafiskaættin unum, 7 yvir gotfjøðurini, 14 (13) niðast millum stertin og gotfjøðurina.
Eyðkenni: Stóri og langi kjafturin. Høga og smala klingran. Longu uggafjaðrarnar.
Týdningur: Hevur ikki havt vinnuligan týdning.
da: Krokodilleprikfisk, en: Jewel lanternfish, ís: Fenrislaxsíld
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Prikkafiskar Myctophiformes Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum. Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:
Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti. Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu. Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum. Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar. | ||