Macdonalds prikkafiskur (prikkafiskaættin)
Lampanyctus macdonaldi
(Goode & Bean, 1896)
Stødd: 16 cm sigst verða mesta longdin á macdonalds prikkafiski.
Dýpi: Hann er úr umleið 60 metrum um náttina niður á í minsta lagi 1000 metrar um dagin.
Litur: Hann er svartbrúnligur, dimmgrómutur. Óskalaður er hann møguliga kámt silvurlittur um síðurnar.
Teinar: R14-16; G17(15-18). Táknatindar: 7(6-8)+1+16(14-18), til samans 24(21-26).
Lýsing: Macdonalds prikkafiskur líkist í skapi øðrum prikkafiskum. Hann hevur eina stóra ryggfjøður, eina stóra gotfjøður, umleið á stødd við ryggfjøðurina, eina lítla fitifjøður og smáar búkfjaðrar og bert ein viðfáning av uggafjaðrum. Sterturin er miðalstórur, nógv sýldur. Hann hevur lítið høvd. Eyguni sita fremst móti gronini, og kjafturin er stórur, fyllir næstan alt tað niðasta av høvdinum. Hann hevur beina striku. Ljósgøgn sita um allan undirpartin, eini 25-30. Eini 6-8 á síðunum, undir strikuni.
Eyðkenni: Heilt smáu uggafjaðrarnar, gotfjøðurfestið er longri enn ryggfjøðurfestið.
Týdningur: Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning.
da: Macdonalds prikfisk, en: Rakery beaconlamp, ís: Brúnalaxsíld, no: Brun lysprikkfisk
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Prikkafiskar Myctophiformes Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum. Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:
Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti. Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu. Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum. Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar. | ||