Maisild (sildaættin)
Alosa alosa (Linné, 1758)
Stødd: Maisild verður í mesta lagi 70 cm.
Dýpi: Óvist, men hon er vanliga ikki djúpari enn 7 metrar. Anadromur fiskur, ið gýtir langt uppi í stóru áunum í Evropa um várið. Yngulin fer á sjógv um heystið.
Litur: Hon er blá um bakið, silvurblonk um síðurnar. Oftast hevur hon ein dimman blett fremst á síðunum, aftan fyri kápurnar.
Teinar: R 18-21; G 20-26; Ry 57-58;
Lýsing: Hon hevur sildaskap. Kropshæddin við uggafjaðrarnar er størri enn høvuðlongdin. Maisildin hevur hvast kjalarskrubb. Yvirkjafturin hevur eina týðiliga kloyvu framman, sum undirkjafturin passar í. Kápan er ríput.
Eyðkenni: Táknatindarnir á fremsta táknaboganum (inni í boganum) eru fínir og langir, úr 90 upp í 120 í tali. Hon líkist nógv stavsild. Ein munur teirra millum er, at stavsildin hevur úr 40 upp í 60 táknatindar, og teir eru styttri og tjúkkari, og at stavsild hevur fleiri blettir aftur eftir síðunum.
Týdningur: Nakað verður veitt til matna.
da: Majsild, en: Allis shad, fr: Alose vraie, ís: Maísíld, no: Maisild, tý: Maifisch
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Sildafiskar Clupeiformes Hópurin hevur 5 ættir við 84 slektum og 364 sløgum. Av hesum er undir Føroyum bert tann eina ættin, við 3 slektum og 4 sløgum:
Sildafiskarnir eru smáir til miðalstórir fiskar. Teir hava stóra leysa roðslu, langar táknabogar, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, og teir hava ikki fitifjøður. Teir eru uppsjóvarfiskar, nøkur sløg ganga í torvum. Meginparturin av sildafiskunum livir í sjónum, men nøkur sløg eru anadrom og nøkur eru í feskvatni. | ||