Nebbaskøta (skøtuættin)
Leucoraja fullonica Linné, 1758
Stødd: Nebbaskøta kann verða upp í 120 cm long, men vanliga er hon millum 80-105 cm.
Dýpi: Hon heldur til millum 35 m og 1000 m, undir Føroyum kanska mest á umleið 200 metra dýpi.
Litur: Á bakinum er liturin gulgráur-brúngráur, oftast javnur og vakur litur. Undir búkinum er hon hvít.
Lýsing: Nebbaskøta hevur píkar á innara eygnakanti. Hon hevur stutt píkarað á nakkanum. Tvey røð við hvøssum, afturábendum píkum eru eftir halanum og nakað fram á bakið. Halapíkarnir verða alt tættari aftur móti endanum á halanum. Bakið annars kennist sum fínt sandpappír. Nakrir fínir píkar eru eisini undir gronini. Eingir píkar eru millum ryggfjaðrarnar, og gloppið millum ryggfjaðrarnar er líka stórt sum longdin á fremru ryggfjøður. Størru píkarnir á halanum og bakinum eru 42-64, á nakkanum 3-10 og við eyguni 6-9. Eyguni eru stór, eins stór og breiddin millum eyguni. Tenninar eru nógvar, ógvuliga hvassar og boygdar afturá. Gamlar skøtur missa oftast píkarnar á nakkanum og millum eyguni.
Eyðkenni: Liturin, tvey píkarøð og stóra píkaleysa gloppið millum ryggfjaðrarnar.
Týdningur: Nebbaskøta verður avreidd sum annar fiskur, men nøgdirnar eru smáar.
da: Gøgerokke, en: Shagreen ray, fr: Raie chardon, ís: Náskata, no: Nebbskate, tý: Schnabelrochen
Útbreiðsla: Nebbaskøta er undan Kolanesi fram við norsku strondini inn í Oslofjørðin. Av Suðurlandinum í Íslandi, undir Føroyum til Hetlands og tvørtur um norðasta part av Norðsjónum. Vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Marokko og inn í Miðjarðarhavið. Hon er eisini við Madeira. Nebbaskøta fæst av og á í veiðuni á bankunum vestanfyri og á landgrunninum. | ||
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Skøtur Rajiformes Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni. Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni. *** Í stuttum um skøtur: Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast. Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið, Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg. | ||