Rísna langasporl (langasporlsættin)
Macrourus berglax Lacepède, 1801
Stødd: Tað verður minst 110 cm langt.
Dýpi: Rísna langasporl er úr umleið 100 m niður á 3000 m.
Litur: Rísna langasporl er myrkagrátt ella øskugrátt um bakið og fjaðrarnar og silvurgrátt undir búkinum. Trolveitt hevur tað mist flestar litir og tykist hvítgrátt.
Teinar: R1 11-13; U 17-20.
Lýsing: Rísna langasporl hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil, men høg og situr heilt fram móti nakkanum. Hin aftara er lág og long, gongur heilt aftur á sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurina, ið er næstan eins long og ryggfjøðurin. Frá gotinum og aftur á sporlsendan smalkar fiskurin javnt, og stertur er eingin. Tað hevur stórt høvd, um 20% av heildarlongdini og stór eygu. Roðslan er hvøss. Rísna langasporl hevur myrkan blett við gotið og millum búkfjaðrarnar. Gronin er líka long sum eygnatvørmátið. Tað hevur ein beinkamb hvørjumegin á høvdinum, undir eyganum og oman fyri kjaftin.
Eyðkenni: Tann sera rísna roðslan, og beinkamburin á høvdinum. Tað hevur ikki roðslu undir trantinum. Rísna langasporl er høvuðstórt og bulmikið.
Týdningur: Nakað verður veitt av rísna langasporli.
da. Nordlig skolæst, en: Roughhead grenadier, fr: Grenadier gris, ís: Snarpi langhali, no: Isgalt, tý: Grenadierfisch
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Toskafiskar Gadiformes Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg. Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:
Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar. Nógv av sløgunum hava grunnnøs. Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni. | ||