Rognkelsi (rognkelsisættin),
grárognkelsi !, reyðrognkelsi F .
Cyclopterus lumpus Linné, 1758
Stødd: Rognkelsi verður upp í góðar 60 cm, vanliga um 30-40 cm. Siljafiskarnir eru smærri enn rognafiskarnir.
Dýpi: Rognkelsi er úr fjøruni og vatnskorpuni niður á 50-200 m, onkur sigur 400 metrar. Tað er eisini uppsjóvarfiskur úti á víðum havi.
Litur: Tað er myrkagrøn-grá-brúnt um bakið. Undir búkinum og eitt sindur upp á síðurnar er tað ljóst grønt. Í gýting eru siljafiskarnir myrkabrúnir ella svartir um bakið, reyðbrúnir um síðurnar og undir búkinum.
Lýsing: Rognkelsi er stutt, høgt og rættiliga breitt í skapi. Fremra ryggfjøðurin er umskapað til ein margháttligan vøkstur, tornir á bakinum. Aftara ryggfjøður er aftast á sporlinum, og sama er gotfjøðurin. Tær eru eins til støddar og hava vanliga fjaðraútsjónd. Uggafjaðrarnar eru nakað stórar og eru fremst við kápuna og inn undir øsið. Sterturin er rundaður aftan. Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein súgvikopp, ið situr fremst undir búkinum. Fiskurin sýgur seg viðhvørt fastan á steinar og annað. Á hvørji síðu eru trý røð av beinkendum naddum, frá høvdinum og aftureftir. Tað hevur flatan búk, kann standa uppreist. Skræðan er serliga tjúkk.
Eyðkenni: Sera klumput í útsjónd. Kann neyvan mistakast fyri nakran annan fisk her um leiðir.
Týdningur: Summastaðni verður tað veitt. Rognini verða onkustaðni brúkt til kaviar. Í Føroyum hevur rognkelsi ikki havt vinnuligan týdning.
da: Stenbider – Kvabso, en: Lumpfish, fr: Lompe, ís: Hrognkelsi, no: Rognkall – Rognkjekse, tý: Lumpfisch
Sí myndir og videoklipp her.
Sporðdrekafiskar Scorpaeniformes Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg. Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:
Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan. Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar. Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni. | ||
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.