Rútarkongur (rútarkonagsættin)
Neocyttus helgae (Holt & Byrne, 1908)
Stødd: Rútarkongur verður upp í umleið 30 cm langur.
Dýpi: Hann er djúpvatnsfiskur úr 900 m niður á 1200 m. Vestan fyri Føroyabanka er hann fingin á 1000 m dýpi.
Teinar: R VI + 34-36; G IV + 30-32.
Litur: Hann er gráligur, kanska ljósagulbrúnligur. Kápa og fjaðrar eru dimmar.
Lýsing: Rútarkongur er smalur og høgur fiskur, umleið líka langur sum høgur, mestsum ein fýrkantur settur upp á hornið. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin byrja á hornunum, ovast og niðast, fremst við hørðu teinunum, og síðan teir bleytaru aftur til klingruna. Hann hevur heldur smáar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar. Stórur píkur fremst í teimum. Hann hevur lítlan stert, lítlan kjaft og stór eygu. Strikan er bogin yvir uggafjøðurini.
Eyðkenni: Tað sermerkta kropsskapið. Hørðu teinarnir í búkfjaðrunum, rygg- og gotfjøðurini.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Falsk havgalt, en: False boarfish, ís: Gøltur
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Pætursfiskar Zeiformes Í Pætursfiskahópinum eru 6 ættir, 16 slektir og 32 sløg. Undir Føroyum eru 2 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í part:
Pætursfiskarnir hava stórt høvd, ofta við skáksettum kjafti, ið kann skjótast fram. Teir eru hávaksnir og tunnir, flestu eru stóroygdir. Fjaðrarnar hava fleiri ella færri harðar teinar. Allir liva teir í sjónum. | ||