Sars-úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycenchelys sarsii (Collet, 1871)
Stødd: Verður upp í einar 12-15 cm langur.
Dýpi: Botnfiskur úr 150 m niður í 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 400 m og 500 m.
Litur: Grábrúnligur um bakið og nakað niður á síðurnar, meira ella minni ójavnur kantur móti tí ljósara búkinum.
Lýsing: Lítil, langur og klænur. Høvdið er um tvær ferðir so breitt sum kroppurin. Poknur fram við yvirkjaftinum. Kroppurin nakað avlangur í tvørskurði, breiddin er væl minni enn hæddin. Kropshæddin við gotið er um 5% av fullari longd.
Eyðkenni: Breiða høvdið. Minnir í útsjónd um gestfisk, álakenda- og sporllanga úlvfisk. Uggafjøðurin røkkur næstan til fremra enda á ryggfjøðurini.
Týdningur: Ongan vinnuligan týdning.
da: Sars porebrosme - Sars ålebrosme, en: Sar’s wolf eel, ís: Sars-álbrosma, no: Sørlig ålebrosme
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Áburrufiskar Perciformes Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum. Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg. Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:
Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir. Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar. Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði. Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni. | ||