Silvurøks (silvurøksættin) Argyropelecus olfersi (Cuvier, 1829)
Stødd: Silvurøks verður upp í 10 cm, men vanliga er hon 6-8 cm.
Dýpi: Hon er uppsjóvarfiskur í djúpu høvunum á dýpi millum 100 m og 800 m.
Litur: Um bakið er hon dimm, svartblá, liðirnar eru silvurlittar.
Lýsing: Silvurøks er hávaksin og smalur fiskur, stutt, borin saman við hæddina. Hon hevur stóran, upprendan kjaft. Eyguni venda uppeftir og sita ovarlaga á høvdinum. Stór og týðilig ljósgøgn eru undir búkinum, fram við kjølinum. Hon hevur hvast kjalarskrubb.
Eyðkenni: Støddin, skapið, ljósgøgnini og sterki silvurliturin.
Týdningur: Silvurøks hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sølvøkse, en: Hatchet fish, fr: Hache d’argent, ís: Norræni silfurfiskur, no: Stor perlemorsfisk, tý: Silberbeil
Útbreiðsla: Silvurøks er frá Qaqortoq (Julianehaab) og Ittoqqortoormiit (Scoresbysundi) í Grønlandi, til Íslands, Føroya, Noregs, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar, Kanariuoyggjarnar og suður um Suðurafrika og í ein útsynning úr Suðurafrika. Í Kyrrahavinum millum 30° og 50°S. Undir Føroyum sæst hon javnan. | ||
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Ljósfiskar Stomiiformes Í hesum hópinum eru 5 ættir, 53 slektir og 391 sløg: Av teimum eru undir Føroyum skrásettar 3 ættir við 7 slektum og 8 sløgum:
Yvirhøvur smáir fiskar, ið hava ljósføri runt um á kroppi og høvdi. Summir hava finnu. Nakrir hava roðslu, aðrir ikki. Summar av fjaðrunum mangla á nøkrum sløgum. Onkrir hava fitifjøður undir sporlinum. Flestir eru dimmir á liti, og nakrir eru silvurblankir. Ljósfiskar eru bæði djúpt og ovarlaga í sjónum. | ||