Skøta (skøtuættin)
Dipturus batis Linné, 1758
Stødd: Skøta kann verða upp í 285 cm long. Vanlig longd 1-1,75 m.
Dýpi: Hon er úr 10 m niður á 600 m.
Litur: Á bakinum er hon brúnlig, olivengrá, oftast bleikt, óregluliga sprøklut við nøkrum ljósari, gulbrúnum blettum og strikum á bakinum. Viðhvørt hómast ein kámur ljósur rundingur á hvørjum rava á skák aftur frá eygunum. Undir búkinum er hon ljós, øskugrá ella blágrá við nógvum smáum, svørtum blettum, ið minna um frøknur. Blettirnir eru tættastir á fremra parti. Oftast er hon svartgrómut undir høvdinum.
Lýsing: Henda skøtan verður nevnd skøta fram um aðrar skøtur. Hon hevur langa gron, millum 2,5 og 3,5 ferðir ennibreidd. Skøta broytist nakað við aldrinum. Á ungum skøtum er ravakanturin framman næstan beinur. Á eldri skøtum er ravakanturin framman innbendur. Píkarnir á skøtu eru broytiligir eftir kyni og aldri. Ungar skøtur hava nakrar fáar stórar píkar við eyguni og eitt rað mitt aftur eftir halanum. Eldri fiskar hava mist hesar píkar og fáa í staðin eitt rað hvørjumegin á halanum. Onkuntíð síggjast skøtur, ið hava øll trý røðini.
Eyðkenni: Skøta hevur altíð ein ella tveir píkar millum ryggfjaðrarnar og smáar dimmar blettir blindumegin. Bert svartaskøta hevur eisini slíkar dimmar blettir blindumegin.
Týdningur: Skøta verður avreidd sum annar fiskur.
da: Skade, en: Blue skate – Skate, fr: Pocheteau gris, ís: Skata, no: Storskate, tý: Glattrochen
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Skøtur Rajiformes Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni. Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni. *** Í stuttum um skøtur: Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast. Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið, Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg. | ||