Spískaskøta (skøtuættin)
Dipturus oxyrinchus Linné, 1758
Stødd: Spískaskøta verður í mesta lagi 150 cm long.
Dýpi: Hon er á dýpum millum 50 m og 900 m.
Litur: Bakið er brúnt, viðhvørt grábrúnt, við heldur stórum, ljósum blettum og strikum. Undir búkinum er hon gráhvít-grábrún við døkkum blettum og strikum.
Lýsing: Eitt rað við 4-11 píkum er mitt eftir halanum. Vaksnir fiskar hava ofta meira ella minni mist hesar píkar, men fáa í staðin eitt rað hvørjumegin á halanum. Viðhvørt er ein, viðhvørt eingin píkur millum ryggfjaðrarnar. Hon hevur smáar píkar við eyguni og langa gron, 5-6 ferðir ennibreiddina. Ravakantarnir framman eru týðiliga innbendir, við meira ella minni bylgjutum sniði. Skivuskapið aftan fyri ravahornini er mest sum í ein hálvboga, útbent.
Eyðkenni: Tann spíska gronin, ongar píkar uttan teir fáu á halanum og kanska við eyguni.
Týdningur: Spískaskøta hevur lítlan vinnuligan týdning.
da: Plovjernsrokke, en: Longnosed skate, fr: Pocheteau noir, ís: Plógskata, no: Plogskate – Spissrokke, tý: Spitzchnauziger Roche
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Skøtur Rajiformes Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni. Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni. *** Í stuttum um skøtur: Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast. Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið, Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg. | ||