Spøluti úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycodes seminudus Reinhardt, 1837
Stødd: Spøluti úlvfiskur verður upp í 52 cm langur, vanliga 25-40 cm.
Dýpi: Hann er botnfiskur á bleytum botni úr 130 metrum niður á 1400 metrar, men mest úr 200 metrum niður á 600 metrar. Sjógvurin, har hann er, er altíð kaldari enn 0°C.
Litur: Liturin er broytiligur, brúnligur, javndimmbrúnligur, ella næstan svartur. Oftast eru 5-8 stutt, ljóstgrálig bond um bakið og niður á síðurnar. Ofta er eisini slíkt band um nakkan. Bondini eru bein á skák frameftir í beinari linju, boga ikki frameftir, sum á onkrum úlvfiskum. Hann hevur myrkt royggj við tøttum, svart-brúnum blettum.
Teinar: U 20-21 (19-22).
Lýsing: Spøluti úlvfiskur er langur, smidligur fiskur. Hæddin á fiskinum við gotið er umleið 9-11% av heildarlongdini, og longdin av gronini aftur til gotið er 48-52%. Uggafjøðurin er um 10-12% av heildarlongdini. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar heilt frammi undir øsinum. Hann hevur eina striku mitt eftir síðuni. 96 ryggjargeislar. Hann er smáskrubbutur fram á hálvan fiskin. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin eru roðsluleysar.
Spøluti úlvfiskur hevur rættiliga stórt høvd, 24-25,5% av heildarl ongdini . Hann hevur heldur flata gron. Hann hevur ikki stert, men ryggfjøður og gotfjøður ganga saman í ein spíss aftast á sporlsendanum.
Eyðkenni: Hevur eina striku. Beinu bondini. Roðsla er frá gotinum og aftureftir.
Týdningur: Spøluti úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Halvnøgen ålebrosme, en: Longear eelpout, fr (Can.): Lycode à oreilles, ís: Hálfberi mjóri, no: Storhodet ålebrosme
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Áburrufiskar Perciformes Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum. Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg. Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:
Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir. Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar. Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði. Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni. | ||