Stóri prikkafiskur (prikkafiskaættin)
Myctophum punctatum
Rafinesque, 1810
Stødd: Stóri prikkafiskur verður upp í umleið 11 cm.
Dýpi: Hann er undan vatnskorpuni og niður á 1000 metrar ella djúpari. Hann er uppi í sjónum í myrkri og djúpt í dagslýsi.
Litur: Hann er svartur, svartgrómutur til myrkt brúnligur. Um síðurnar og undir búkinum er ein feril av perlumóðurskini. Óskalaður er hann møguliga kámt silvurlittur um síðurnar.
Teinar: R14(13); G20(21-22). Táknatindar: 7(6)+1+17(16-19), til samans 25(22-27).
Lýsing: Stóri prikkafiskur hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður. Uggafjøðurin røkkur aftur undir ryggfjøðurina, men ikki aftur til gotfjøðurina. Fitifjøðurin er mitt ímillum stertin og ryggfjøðurina. Aftari endi á ryggfjøðurfestinum er uppi yvir fremra enda á gotfjøðurfestinum. Ryggfjøðurfestið er munandi styttri enn gotfjøðurfestið. Ljósgøgn eru um búkin, eftir síðunum og undir kjaftinum. Eygnatvørmátið er størri enn 30% av høvuðlongdini.
Eyðkenni: Uggafjaðrarnar røkka væl aftur undir ryggfjøðurina. Hann kennist frá mjáa prikkafiski av tí, at kjafturin er um tvær ferðir so langur sum eygnatvørmátið, og at ryggfjøðurfestið er styttri enn gotfjøðurfestið.
Týdningur: Hann hevur ikki havt vinnuligan týdning. Fæst sum hjáveiða í flótitroli yvir djúpum vatni.
da: Slankhalet prikfisk, en: Spotted lantern fish, ís: Punktalaxsíld, no: Liten lysprikfisk
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Prikkafiskar Myctophiformes Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum. Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:
Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti. Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu. Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum. Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar. | ||