Súgállur (súgállaættin), súgálur, slímállur
Myxine glutinosa Linné, 1758
Stødd: Súgállur verður í mesta lagi 60 cm langur, vanliga millum 30 og 40 cm.
Dýpi: Úr 20 metra dýpi niður á 930 metra dýpi.
Litur: Livandi er hann bleikreyður/reydliga blóðsprongdur á liti. Deyður er hann gulgráur um bakið og heldur ljósari undir búkinum, og reydligi farrin er bleikari.
Lýsing: Súgállur er langur og mjáur, tvørskurðurin er rundur. Fjaðrar eru ongar,
men ein lágur skræðulepi, ið minnir um fjøður er aftast á bakinum, og ein er undir búkinum, og hann røkkur fram á hálvan fiskin. Hesir báðir skræðulepar renna saman í eitt, aftast á sporlinum.
Kjafturin er bert ein lítil riva. Við kjaftin eru fýra horn. Ein nasagluggi er fremst á
gronini, har eisini fýra horn eru.
Eyguni síggjast ikki, ein skræðulepi fjalir tey. Tvey táknaop eru undir búkinum, beint framman fyri gotfjøðurina. Vinstra táknaop er størri og situr aftari enn høgra. Kroppurin er liðiligur, og beinagrindin er bert ein viðfáningur av bróski. Fleiri slímop sita í einum rað hvørjumegin aftureftir undir búkinum. Hann er slenutur, kaldur at føla. Er á bleytum botni.
Eyðkenni: Liturin og blóðsprongdi farrin, slenuti kroppurin, hornini, állaskapið. Hann hevur ongar fjaðrar, og eyguni síggjast ikki.
Týdningur: Súgállur hevur ikki vinnuligan týdning. Ger skaða á línu- og arnafisk,
etur av fiskinum, ið komin er á línuna ella í gørnini.
da: Slimål, en: Hagfish, fr: Myxine, ís: Slímáll,
no: Slimål, tý: Inger
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Súgállar Myxiniformes Makaðar fjaðrar eru ongar. Táknaopini eru tvey smá hol undir búkinum. | ||