Tarasproti, stór sjónál (nálafiskættin)
Syngnathus acus Linné, 1758
Stødd: Tarasproti verður upp í 50 cm langur.
Dýpi: Hann er úr fjøruni og út á 116 metra dýpi.
Litur: Hann er brúnur við óregluligum myrkabrúnum, grønligum ella svørtum blettum ella krossaðum bondum á bakinum. Hann er ljósari brúnur undir búkinum. Undir høvdi og sporli er hann rómalittur. Ryggfjøðurin er brúnblettut.
Lýsing: Tarasproti er langur og klænur. Sterturin er lítil, ryggfjaðrarnar og uggafjaðrarnar eru eisini smáar, men týðiligar. Frá uggafjøðurini til gotið eru 17-21 ringar tvørtur um kroppin, og frá gotinum til stertin eru 38-43. Høvdið er langt, og tranturin er meira enn helvtin av høvuðlongdini.
Eyðkenni: Ringarnir og tann klæni, langi kroppurin. Langi tranturin og fjaðrarnar.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Stor tangnål, en: Great pipefish, fr: Aiguille de mer, ís: Stóri sæprjónn, no: Stor kantnål, tý: Grosse Seenadel
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Nálafiskar Gasterosteiformes Í nálafiskahópinum eru 11 ættir, ið hava 71 slektir og 278 sløg. Undir Føroyum eru 2 ættir, ið hava 5 slektir og 5 sløg:
Hesin hópurin hevur mest smáar fiskar, onkur verður tó upp í 65 cm til longdar. Flestu eru nakað klænir og onkur nakað bøllutur. Summir hava píkar í ryggfjaðrunum, og á nøkrum eru búkfjaðrarnar vorðnar til píkar. Onkur sløg hava ikki uggafjaðrar ella búkfjaðrar. Teir hava ikki roðslu, men eru partvíst klæddir við beinplátum. Teir liva bæði í feskvatni, blandingsvatni og saltvatni, har teir eisini gýta. Hóast smáir, og við lítlari kroppsvekt, so eru teir ofta langt til havs. Teir liva í Atlantshavinum, Kyrrahavinum og Indiahavinum. | ||