Tindabak (tindabaksættin)
Notacanthus chemnitzii Bloch, 1788
Stødd: Tindabak verður upp í umleið 120 cm langt.
Dýpi: Tað er á dýpum millum 325 og 2500 metrar.
Litur: Tað er ljóst brúnligt, dimmari í erva. Kápan aftast og kanturin á gronini í erva eru ljóst blálig.
Teinar: R IIX-XII; G XX-XXI + 110- ella fleiri.
Lýsing: Tindabak er langur og mjáur fiskur. Hægst er tað á miðjuni og væl hægri enn breitt. Ryggfjøðurin er eitt rað av píkum, ið stinga upp úr bakinum. Tann fremsti er lægstur og situr yvir búkfjøðurini. Gotfjøðurin er long, um helvtina av fiskinum, og teir fremstu 20 - 21 teinarnir eru beinteinar, hinir eru bleytir. Sterturin er lítil, og hann rennur saman við gotfjøðurina. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru smáar. Tindabak hevur striku og smáar roðslur. Høvdið er lítið, og gronin er fram yvir kjaftin. Kjafturin er miðalstórur og kemur aftur móti eygunum. Tenninar eru smáar og standa tætt saman. Í ovara kjafti í einum og í niðara kjafti í tveimum røðum. Eyguni eru smá og sita høgt á høvdinum.
Eyðkenni: Fremsti ryggpíkur er uppi yvir búkfjaðrafestinum. Píkar í tali: 11.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Chemnitz pigål, en: Snubnosed spiny eel, ís: Broddabak, no: Nordlig piggål
Útbreiðsla: Undir Føroyum er hann rættiliga vanligur sunnan fyri Føroyabanka og vestan fyri Suðuroynna. Hann er annars frá Móritania til Íslands og Grønlands. Úr Nýfundlandi til Meksikoflógvan. Hann tykist ikki at vera í tropiskum sjógvi, men báðumegin Suðuramerika, við Nýsæland og Suðurafrika og í Indiahavinum. | ||
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Tindabaksfiskar Albuliformes Hópurin hevur 3 ættir, ið hava 8 slektir og 30 sløg: Undir Føroyum er ein ætt við eini slekt og tveimum sløgum:
Langir fiskar, kroppshæddin er nakað størri enn breiddin. Lítið høvd og lítlan kjaft, ið er inni undir gronini. Ryggfjøðurin er berir beinteinar. Gotfjøðurin er við hørðum teinum fremst og bleytum aftast. Búkfjaðrarnar eru afturi móti gotinum. Sterturin er elalítil. Nakrir av tindabaksfiskunum hava ljósgøgn. Botnfiskar á djúpum vatni, ið liva um øll høv. | ||