Albatross (lat. Diomedea melanophrys (Tem); da. Albatros) eru fuglar, sum liva í sunnara helmingi av verðini. Tað eru fleiri sløg, og øll eru tey avbara stór. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, flogið kann vera meir enn 4 metrar. Teir eru hvítir við svørtum veingjum.
Í 1860 var ein vilstur til Føroyar og tók sær setur millum súlurnar á Mykineshólmi. Mykinesmenn góvu honum navnið súlukongur. Hann fylgdist við súlunum, tá ið tær fóru um heystið, og kom aftur við teimum á hvørjum vári í 34 ár. Tá ein dagin, sum hann sat í berginum, kom ein utróðrarbátur framvið og skeyt hann á setri sínum. Nøkur ár seinni varð ein annar skotin á Føroyabanka.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. | ||