SNAR.fo

Fjalltrastur

Fjalltrastur (lat. Turtus pilaris L; da. Sjagger) er heldur størri enn óðinshani. Hann er vakur á liti. Kápan er brún, dimmari og ljósari flekkut; annars er hann gráur omaná; øsið og bringan eru brúngul við longum svørtum blettum; búkurin er hvítur og velið svart. Hann eigur norðarlaga í Noregi. Um veturin heldur hann seg longur suðuri, í Svøríki og í Danmark. Men tá fer hann ofta til stroks aðrar vegir, og mangan sæst hann í Føroyum, oftast einstakir ella fáir saman, men stundum í stórum flokkum. Í december 1936 sóust hundraðtals í mongum bygdum, hoppandi kvikir um í bønum. So við og við fækkaðust teir, og eftir halvarðsøku vóru eingir at síggja.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo