
Fulkubbi (lat. Alle alle L; da. Søkonge) ella Fulkobbi er nakað sum stari til støddar. Hann er svartur omaná við hvítum strikum aftur eftir bakinum og tvørtur um veingirnar, í neðra hvítur. Nevið er stutt og kubbut. Hann eigur í óføra stórum meingi í norðastu kuldalondum, sum Grønlandi, Svalbarði og ikki sørt norðarlaga á Íslandi. Tað er ein lívligur og bragdligur fuglur, kvikur og snúiligur at renna millum urðagrótið, svimur skjótt og ger stór kav.
Her uttan um Føroyar sæst hann um hávetur, stundum í flokki, men mest einstakir. Aftaná stóródnir, tá ið hann einki vinnur til føði, rekur onkur deyður á
land. Teir norðastu Grønlendingarnir taka hann við fleygastong; teimum er hann ein hentur fuglur, bæði til matna og klædna, einki lívir so væl sum plagg, seymað saman av fulkubbaskinni, siga teir.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. | ||