
Havhestur (lat. Fulmarus glacialis; da. Isstormfugl, Mallemuk) ella nati er kendur av øllum Føroyingum. Tveir eru litirnir; — teir, ið eiga í Føroyum og Íslandi, eru gráir á baki og veingjum, annars hvítir; teir í Grønlandi og longur norðuri eru gráir, allir sum teir eru, ikki so sjaldan koma teir higar.
Havhestur er rættur bjargafuglur. Á slættlendi er hann hjálparleysur, ikki førur at flyta seg úr stað og sleppur ikki á flog. Men á veingjunum er hann so kringur sum nakar. Síggj hann í lofti fram við berginum! Stillisliga ferðast hann ótroyttiliga út og inn, aftur og fram í allar ættir, hækkar og lækkar seg, sveimar runt í ring, alt uttan at veingirnir síggjast rørast — hvørjum skal hann tá kunna troyttast av!
Ovarlaga í berginum velja teir sær bústað. Eggið er eittans, hvítt á liti og stórt. Trúliga verma teir, og tó ganga um 6 vikur, áðrenn út kemur. Dúnungin er gráur. Hvønn, sum kemur honum nær, sprænir hann undir í lýsi, tá ið hann er nakað vaksin. Fyrr, enn veingirnir eru fullmentir, flýgur hann út á sjógv; men so sleppur hann ikki aftur á flog eina tíð, bæði, tí at veingirnir eru veikir, og tí at hann er so óføra feitur. Áður tóku menn ungarnar bæði á reiðrinum og á sjónum. Men so fingu ungarnir eina sjúku (havhestasjúka), sum smittaði upp á fólk, mest upp á roytingarkonurnar, so fleiri doyðu, og nú er forboð at taka ungarnar frá 15. august til oktober út.
Gamlan havhest gera teir nógv av at fleyga, og hann er drúgvur og góður vetrarkostur; men fjøðurin verður burturkastað, tí tað gongur ein tráur roykur at henni.
Havhestur nørist óført. Í 1839 átti hin fyrsti í Føroyum, og nú er hann at siga í hvørjum bergi. Og ikki minni breiðir hann seg um onnur lond. Í Vestmannaoyum tekur hann eitt bergið fyri og annað eftir. Til Hetlands kom hann í 1878, til Orknoya 1891, Skotlands 1900, Irlands 1910 og eystureftir til Noregis í 1921.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. | ||