
Helsingagásin (lat. Branta bernicla L; da. Knortegås) er til støddar nakað sum æða. Um høvur og háls er hon svørt; báðumegin á hálsinum er ein hvít tvørstrika — »helsið«, sum hon hevur navnið av. Omaná er hon dimmgrá; í neðra eru tær, sum higar koma, bleikar, mest hvítar. Nev og bein eru svørt. Hon eigur einans í kaldastu londum, sum Norðurgrønlandi, Svalbarði og norðuroddum av Sibiria. Higar koma tær stundum um heystið. Tær halda seg tá mest á sjónum; men stundum koma tær á land, og kunna tá leggjast upp í heimagæs ella dunnur og gerast so spakar, at tær eta korn, sum blakað verður teimum. Men verður skot loyst nær hjá, so rýma tær og síggjast ikki aftur. — Tamd helsingagás verður sera fólkaalskin.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur. | ||