Íslandslomvigi (lat. Uria lomvia L; da. Kortnæbbet Lomvie) er meinlíkur hinum lomviganum, uttan tað at hann er heldur minni og hevur heilt stutt nev. Honum dámar best kulda, eigur á Svalbarði, Grønlandi og øðrum Íshavslondum. Har norðuri á Íslandi eigur hann nógvur, men alt, sum suður kemur, verður hin lomvigin tann meiri og hesin nógv tann minni. Í Føroyum er hann fingin hendinga ferðir í hesum seinnu árunum. Í Nólsoy vóru 2 skotnir í januar og 2 í februar 1949. (Eftir Sigmund Jacobsen).
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. | ||