
Jói (lat. Stercorarius pomatorhinus; da. Mellemkjove) er væl størri enn vanligi kjógvin. Á bakinum er hann grábrúnur; hálsurin er hvítur, gulligur niður frá vangunum; næstan allir eru bringuhvítir. Snældufjaðrarnar eru breiðari í aftara enda og soleiðis snaraðar, at tá ið fuglurin situr, liggur fremri endin av teimum flatur, meðan á aftara enda vendir annar jaðarin beint upp og hin niður.
Úti á havi jagstrar hann ofta ritur; snúiligur, sum hann er, kastar hann sær ofta á liðina, og tá er snældan øll kløn at síggja; kvikur vendir hann sær á, bakið upp, og í stundini sýnist snældan at fáa ein knøtt á endan. Á land kemur hann ikki. Hann eigur einans norðuri í kuldanum. Um veturin flytur hann suður í lýggjari sjógv. — Navnið jói er gamalt føroyskt; men nú eru menn ósamdir um, hvør fuglur tað er. Einstakir meina, at tað bara var eitt annað navn á hvítkjógva. Men henda fuglin havi eg hoyrt útróðrarmenn nevnt jói.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
KjógvasløginiKjógvasløgini líkjast másasløgunum í vakstrarlagi, men hava stóran spískan krók á nevinum og sterkar, hvassar og krókutar kløur, — tað vísir, at rovfuglakyni er í teimum. Veingirnir eru einskila stórir, og teir flúgva so skjótt, at fáir fuglar kunna sleppa undan teimum. Aftur úr velinum hava teir, uttan skúgvur, tvær langar fjaðrar, snældan nevndar. — Másasløgini og kjógvasløgini verða ofta sett saman í ein bólk, sum er kallaður teir vongstóru ella stórveingir. | ||
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. | ||