SNAR.fo

Mánansdúgva

Mánansdúgva

Mánansdúgva (lat. Columba palumbus L; da. Ringdue) er nógv størri enn bládúgva. Í litinum líkjast tær nógv, men kennast tó lætt at, av tí at mánansdúgvan hevur ein langan hvítan lit aftur frá vongknúgvanum; tær gomlu hava eisini ein avlangan ella rundan blett hvørjumegin á hálsinum — harav navnið. Í Føroyum síggjast tær sjaldan og mest einstakar; tað hendir tó, at tær koma upp ímoti 20 í flokki.

Føturnar á dúgvu eru setuføtur, men nógv tjúkkari enn á smáfugli; og tí at teir eisini eru sera stuttir, hava tær eitt margháttligt gongulag, duffa framyvir, hvørja ferð tær stíga til.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo