Pingvin (lat. Pingvinus sp.; da. Pingvin) er ikki so ólík gorfugli í útsjónd. Nógv eru sløgini, størri og smærri, men øll eru tey minni enn gorfuglur. Fjaðrarnar eru avbara stuttar, eisini á veingjunum, so teir eru heilt ónýttir til at flúgva við, meira líkir bøkslum enn veingjum. Tær liva í meingi suðuri í kaldasta Íshavinum. Mest halda tær seg á sjónum, men fara stundum upp á ísin at spáka. Flestu av teimum hava ikki sæð fólk, og koma skipsmenn á land, so fara tær tætt til teirra at forvitnast. Taka teir tá í veingin á teimum, lata tær seg vinaliga leiða. Ungarnir eru lættir at ala, teir verða sera alsknir, og summir elta eigarmannin sum hundar.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. | ||