SNAR.fo

Rókur

Rókur (lat. Corvus monedula L; da. Allike) líkist kráku í vakstrarlag, men er nógv minni, ikki størri enn ein lítil dúgva, og klænri upp á seg. Vanligi rókurin er vakurt gráur um hálsin og vangarnar, annars er han svartur omaná og dimmgráur í neðra; eyguni eru hvít. Eitt annað slag er alt svart við dimmum eygum; tað er nevnt rókurin svarti. Vanligi rókurin eigur í norðanlondunum, rókurin svarti í Onglandi og Skotlandi.

Rókur er vitugur fuglur; altíð væl hýrdur fær hann lív í, har hann kemur. Hann livir helst í stórum flokkum, ofta saman við hjaltakrákum ella starum. Ongum fugli ger hann ónáðir, tekur hvørki egg ella ungar. Hann heldur seg nógv at bygdum, og eigur ofta uppi á klokkutornum ella hústekjum og skorsteinum; flestu eiga tó í skógum. — Áður kom hann ikki so sjaldan til Føroyar — tó ikki so nógvur sum hjaltakrákan. Eisini hann er nógv fækkaður, men enn hendir tað at síggja bæði hin vanliga rókin og rókin svarta.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Vinstrumegin: Rókur. Høgrumegin: Rókurin svarti
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo