Skata (lat. Larus canus L; da. Stormmåge) er av teimum lítlu másasløgunum, lítið størri enn rita. Føturnir hava ein grønligan lit, og nevið er grøngult; annars líkist hon ritu í útsjónd. — Í Noregi eigur hon í hópatali. Í Føroyum hevur hon altíð verið ein sjaldsamur fuglur, mangastaðni ókend. Í seinnu tíðini hevur sæst meir til hennara og í summum støðum er hon nú farin at eiga í haganum. Eggini eru á liti og stødd sum rituegg. Dúnungin er gulgráur við svørtum prikkum, ungfuglurin gráflekkutur. — Í bygdum, sum hon leingi hevur verið kend, er hon nevnd skatumási ella skata; summstaðni er hon nevnd gneggjus. Í nøkrum støðum, har hon er nýkomin, vita teir einki navn til hennara. Og í einstøkum bygdum er hon kallað fransaterna, men tað má vera av misgáum. Ritu líkist hon; ikki um nakrar vegir er hon lík ternu, so tað er ótrúligt, at teir gomlu skuldu farið at givið henni eitt ternunavn. — Tað er eingin fagnaðargestur at fáa. Hann tekur egg og ungar frá øðrum hagafuglum; fram við lundaurðum jagstrar hann sildberan, til hann má sleppa sildini, og ikki er tað sørt, hann tekur av pisum, fyrst tær koma út úr holuni.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
MásasløginiMásasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum. Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev. | ||
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur. | ||