Svalbarðsgásin (lat. Anser brachyrhynchus (Bail); da. Kortnæbbet Gås) líkist korngás og grágás á liti, men er góðan mun minni. Nevið er stutt, svart í innara helmingi, reytt í ytra. Føturnir eru reyðir. Tær eiga í ómetiligum meingi norðuri á Svalbarði— og helst longur norðuri við. Um veturin eru tær í óføra stórum flokkum í Skotlandi og Onglandi, — so varnar, at tað er ikki meir enn hending at sleppa teimum nær.
Sera sjaldan vitast korngás og svalbarðsgás at vera sæddar í Føroyum. Ivaleyst eru tær tó ikki so heilt sjaldsamar. Flestallir menn kenna tær ikki frá grágás, sjálvt um teir hava tær í hondini; og sjálvt teir fuglakønu kunna ikki kenna tær, uttan teir koma teimum nøkurlunda nær.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur. | ||