Svartisvanurin (lat. Cygnus atratus L; da. Nyhollandsk Svane) livir í Australia. Stundum ala teir hann í dýragørðum í Europa, og í einum landsynningsstormi var ein komin í túnið í Sørvági kanska úr Onglandi. Hann var spakur og sera vakur. Størstu veingjafjaðrarnar vóru hvítar; annars var hann svartur, uttan nevið, sum var fagurt reytt við einari hvítari rond tvørturum. Fjaðrarnar omaná lagaðu seg í vøkrum bylgjum tvørtur. eftir veingjunum og bakinum. Hann varð sleptur á Leitisvatn og livdi har í nøkur ár. Sera fólkaalskin var hann, kom stundum tætt til fólk og fylgdist so við teimum. Mong kendu tað sum ein sakn, tá ið hann var deyður.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
FitjufuglarSoleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir. Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur. | ||