SNAR.fo

Andorra

Høvuðsstaður: Andorra la Vella

Vídd: 468 km2

Fólkatal: 75.000

Alment mál: katalónskt

Átrúnaður: kristindómur 86%, aðrar 14%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Høgt uppi í fjøllunum, á markinum ímillum Fraklands og Spania, er lítla landið Andorra. Landið er fríríki, og stjórnarovastar eru spanski biskupurin av Uruguel í landnyrðingsspania og franski forsetin í felag. Katalónskt er alment mál; men mong tala eisini franskt og spanskt. Einasti stóri býur í landinum er høvuðsstaðurin, Andorra la Vella.

Týdningarmesta inntøkukeldan hjá Andorra er ferðavinna. Mong ferðafólk koma hagar at standa á skíðum, hóast einasti vegur ímillum Fraklands og Spania mangan er stongdur, tí at har legst so nógvur kavi.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo