Langt eysturi í Evropa eru londini Ukreina og Moldava; landslagið er slætt, og jørðin er fruktagóð. Longri eysturi, ímillum Svartahav og Kaspiskahav, eru tey trý Kavkasuslýðveldini, Georgia, Armenia og Aserbadjan. Í 17. øld tók russiska zarveldið yvirræðið í hesum londum, og tá ið Sovjetsamveldið varð stovnað, gjørdust lýðveldini partur í tí. Londini fingu frælsið, tá ið Sovjetsamveldið fall fyrst í 1990-árunum. Fruktagóða landbúnaðarjørðin og stóra ráevnistilfeingið hava gjørt, at hesi lond eru ímillum tey ríkastu í gamla Sovjetsamveldinum. Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyri tiltikna russiska vetrarkuldanum. Tað hevur við sær, at her er stór ferðavinna, helst á strondini við Svartahav.
Mesta fólkið í Ukreina og Moldava eru evropeisk og slavisk; men í Kavkasuslýðveldunum eru fleiri enn 50 fólkasløg. Sovjetstýrið í Moskva royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í stóra samveldinum og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg russiskt og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan. Men mong fólkasløg á hesum leiðum hava eina ríka og stórbæra søgu og hava tvíhildið um egið mál og egna mentan.
Tá ið Sovjetsamveldið fall í 1991, og hesi lond gjørdust sjálvstøðug, tók hart stríð seg upp. Ymsar smátjóðir krevja at fáa vald yvir sínum landi; harðast hevur leikað á í Kavkasuslýðveldunum. Í Ukreina og Moldava eru viðurskiftini ring ímillum uppruna fólkið og mongu russarnar, ið vórðu eggjaðir at flyta higar í sovjettíðini.
Í hesum landøkjum er nógv kol, olja og gass, og londini gera og lata ógvuliga nógva orku. Í 1990 lótu hesi lond fjórðingin av allari orkuni, Sovjetsamveldið nýtti. Umframt kol úr Donetslækkanum í Ukreina og olju og gass úr Aserbadjan eru her eisini bygd kjarnorkuverk, vatnorkuverk og vindorkuverk. Nógvur metalmálmur, t.d. jarn, mangan, blýggj, sink, kopar og uran, koma eisini hiðani.
Høgu fjøllini í Kavkasus líva fyr kalda høgættarvindinum norðan av russisku víddunum. Tað ger, at grøði, sum ikki veksur aðrastaðni í gamla Sovjetsamveldinum, veksur væl her, til dømis te, vínber, nøtir, tubbak og bummull, sum verða seld gomlu sovjetisku lýðveldunum. Neyt og seyður ganga á biti í hálendinum.
Á ovurvíðu fløtunum í Ukreina og Moldava eru akrar, so langt eygað ber. Kornsløgini, teir dyrkað, eru hveiti, bygg, havri og mais. Her er ikki so nógv avfall sum í Kavkasuslýðveldunum, men breiðu, møku áirnar - tær størstu eru Dnepr og Dnjestr - gera, at væl ber til at veita vatn á fruktagóðu, svørtu moldina. |