Belgia loysti frá Niðurlondum í 1830. Landamørkini, ið nú eru, vórðu ikki sett fyrr enn í 1919. Meuseá skilur landið í tvíningar. Fyri norðan er fláur, fruktagóður slætti heilt út at strondini. Longu í 16. øld tók stórur klædnaídnaður seg upp uttan um býir sum t.d. Brúgge, ið er kendur fyri síni knipplingamynstur. Í landsynningspartinum eru Ardennufjøll; har er jørðin kørg, og garðarnir eru spjaddir.
Í mong, mong ár hevur tungídnaður, serliga kolavinna og stálídnaður, verið týdningarmikil vinnuvegur, men hann er nú um at hvørva. Í staðin er komin annar ídnaður, t.d. evnafrøðiídnaður og ravmagnsídnaður. Tænastuvinnan, t.d. bankavirksemi og fyrisiting, er so nógv vaksin, at har starvast tveir triðingar av belgisku verkafjøldini
Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðan fyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt.
Franskir og flamskir matsiðir hava ávirkað belgiska matgerð. Súpan er vælumtókt, og mangir landslutir hava sínar egnu uppskriftir. Ein serrættur er skelfiskur og kips, sum bæði fæst á dýrum matstovum og úr smáum matsølubúðum á gøtunum.
Brússel
Brússel er høvuðsstaður í Belgia og stjórnar-og handilsmiðdepil. Brússel er eisini týdningarmikil altjóða býur. Sum fyrisitingarligur miðdepil í Benelukslondunum hevur býurin drúgvar royndir í altjóða samstarvi. Nú á døgum er Brússel helst best kendur fyri, at ES-fyrisitingin eisini hevur høvuðssæti í býnum