Frakland
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999. Frakland er eitt hitt sterkasta ídnaðarveldið í heiminum. Landið hevur stóran stál- og evnafrøðiídnað og ger alskyns ídnaðarvørur. Teir gera nógvar bilar og flogfør, t.d. Airbus-flogførini, ið verða gjørd í Toulous. Mong kjarnorkuverk eru í Fraklandi, og tey gera um 75% av ravmagnsorkuni, landinum tørvar. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Fraklands á hvørjum ári, so ferðavinnan hevur stóran týdning í Fraklandi. Filmsídnaðurin tók seg upp í Fraklandi, tá ið brøðurnir Lumiere í 1895 sýndu livandi myndir fyri 33 áskoðarum. Nú á døgum er Frakland av fremstu filmslondum. Í krystallskapaða filmssýningarhúsinum í Poitiers eru 10 ymiskar filmshallir og størsta filmstjald í Evropa. Frakland ger um fjórðingin av øllum víni í heiminum, og víngarðar eyðkenna franska landslagið. Vín verður gjørt úr sevjuni úr reyðum ella hvítum berum. Fyrr vórðu vínberini persað undir fót, men nú á døgum verða berini persað við nútímans vínpersum. Víntilvirkingin er í fleiri stigum. Tá ið sevjan er persað, verður hon latin í íløt ella tangar, natúrliga gerin í berjaskølunum verður blandað uppí, og vínið verður sett at gera. Nøkur av heimsins fínastu luktilsissløgum koma úr Fraklandi. Mesta luktilsið verður gjørt í Grasse í Suðurfraklandi, har teir dyrka nógva smílurt, rósur og jasmin. Oljan, ið verður vunnin úr blómunum, verður m.a. nýtt til luktilsi. Í einum lukilsisslagi kunnu verða upp í 300 oljusløg. | ||||||||||||||||||||