Báðumegin miðkring, har nógv avfall er alt árið, er Gabon; tríggir fjóðringar av landinum eru regnskógur. Mesta inntøkan í landinum er av oljuvinnuni, men skógarvinnan er eisini nógv vaksin í seinastuni. Nógva tilfeingið skuldi gjørt, at Gabon var ríkt land, so er ikki, og fólkið er fátækt. Høvuðsatvoldin er lutvíst, at tá ið Gabon fekk sjálvstýri í 1960, tók einflokkastjórn valdið. Stjórnin stýrdi illa og søplaði burtur peningin í landinum. Í 1990 fekk Gabon fólkaræðiliga stýrisskipan.
Libreville merkir á fronskum „frælsur býur", og býurin, ið nú er høvuðsstaður í Gabon, varð grundaður í 1849 sum frístaður hjá leyslatnum trælum. Fronsk ávirkan eyðkennir býin, tí at Gabon gjørdist franskt hjáland í 19. øld. Nú er Libreville lívligur, nýmótans stórbýur; har er nógv virksemi; men ovurstórur munur er á fátækum og ríkum.