SNAR.fo

Iran

Høvuðsstaður:
Teheran

Vídd: 1.648.000 km2

Fólkatal: 66.429.284

Alment mál: persiskt

Átrúnaður: islam 99% og aðrir 1%

Stýrirlag: islamskt lýveldi
við prestastýri

Gjaldoyra: iranskur rial (IRR)

Iran er størsta land í Miðeystri, sum ikki er arabiskt, og meginparturin av fólkinum er ættaður frá persum. Í gomlum døgum æt landið Persia, og tað var einaferð miðdepil í stóra Persaríkinum. Persiska málið er úr teirri tíðini og er móðurmál hjá flestum iranum. Mitt í Iran, ímillum Zagrosfjøll og Elburzfjøll, er stórur háslætti. Í 1979 var islamsk kollvelting í Iran, síðsti shahurin í landinum mátti fara í útlegd, og Iran varð skipað sum islamskt lýðveldi. Olja er týdningarmesta útflutningsvøra í Iran.

Khomeini Ayatollah var høvuðssmaður fyri iransku kollveltingini og var politiskur og átrúnaðarligur oddamaður í Iran, til hann doyði í 1989. Shahurin hevði roynt at broytt Iran eftir vesturlendskum fyridømi; men Khomeini skipaði landið eftir islamskum lógum og siðum. Iranar tóku við hansara hugsjónum, og landið verður enn styrt soleiðis.

Moskan er halgidómurin hjá muslimum. Á øllum moskum er høgt moskutorn, nevnt minaret, haðan tey trúgvandi verða kallað til bøn fimm ferðir um dagin. Mangar moskur eru vakurt prýddar við úrtøkiligum mynstrum og skriftstøðum úr Koranini, heilagu bók islams. Eftir islamskari lóg er ikki loyvt at mála myndir av livandi verum, tí muslimar skulu bara tilbiðja ein gud, Allah, og tað er hann, ið hevur skapað alt lív. 

Minni enn helvtin av lendinum í Iran er nýtiligt búnaðarlendi og bara, um vatn verður veitt á tað. Soleiðis hevur verið dyrkað í øldir, og til tess at fáa veitt vatn á dyrkilendi hava teir byrgt áir, grivið brunnar og qanatir. Qanat er vatnveiting, sum úr keldum er grivin undir jørð at dyrkilendinum. Summar eru meiri enn 40 km langar.

Seinastu árini hevur Iran lagt seg eftir at gerast sjálvbjargið við landbúnðarvørum, so at landið sleppur undan at flyta inn matvørur; og tí hevur doyur verið lagdur á at dyrka meiri grøði, t.d. korn, te og bummull. Tó eru enn mangir bøndur, ið halda neyt, seyð og geitir.

Iran er heimsgitið fyri síni handvovnu teppi. Teppini eru úr tíggjutúsundtals ulltræðrum, sum verða vovnir í vøkur mynstur. Vevararnir lata við vilja altíð smá lýti verða í teppunum, tí at muslimar trúgva, at bara Allah er fullkomin. Teppi eru næststørsta útflutningsvøra í Iran, bara oljan gevur meiri av sær.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

Miðeystur

Hetta landaøkið fer inn í Útsynningsásia. Meginparturin av lendinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Fyrst í 20. øld var nógv olja funnin við Persaflógva. Nú á døgum er olja høvuðsinntøka hjá mongum londum í hesum øki. Økið hevur eisini djúpar søguligar røtur, tí at tað varð her, at heimsins fyrstu býir vórðu bygdir, og her tók ein av størstu átrúnaðum í heiminum seg upp - islam. Meginparturin av fólkinum í hesum londum eru muslimar, og høvuðsmálið er arábiskt - heilaga mál muslimanna. Mong kríggj og hart stríð hava verið í hesum londum seinastu árini.

Meiri enn 65% av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Hesi lond eru vorðin ovurrík, og ríkidømið hevur havt við sær stórar samfelagsligar broytingar og menning í ídnaðinum. Oljan hevur eisini gjørt, at hesi lond hava fingið stóran altjóða týdning, alstóra ávirkan á heimsbúskapin og politisku viðurskiftini í heiminum.

Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er frá og lendið við strendurnar og kring grønurnar, er meginparturin av Miðeystri heit og turr oyðimørk. Ein teirra er Rub al Kali (Tómi Fjórðingurin), sum er ovurstór sandoyðimørk í Saudiarabia. Stórir partar av oyðimørkunum eru púra óbygdir, tí at har er einki vatn.

Seinastu árini hevur javnan verið kríggj ímillum lond við Persaflógva, og hundraðtúsundtals fólk hava latið lív. Í 1980 elvdi gamla marknaósemjan ímillum Iran og Irak til víðfevnt kríggj, sum vardi líka til 1988. Í 1990 hertók Irak Kuveit, men í Flógvakrígnum fyrst í 1991 rak altjóða herlið við USA á odda irakar úr aftur Kuveit.

Mong lond í Miðeystri eru rættiliga ung ríki, sett á stovn fyrst í 20. øld, tá ið vesturlendskir valdsharrar býttu tey sínámillum. Hetta marknabýtið, ofta bara teknað á kortið, hevur verið atvold til drúgvt marknastríð, helst ímillum Irak og tey seks grannalondini.

Islam varð til í Miðeystri í 6. øld e. Kr. og er enn størsti átrúnaður her. Muslimar trúgva á ein gud, Allah, og á Muhammed, profet hansara. Muhammed varð føddur í Mekka í tí, sum nú er Saudiarabia. Heilaga bókin hjá muslimum eitur Koranin; í henni stendur læra Allah, soleiðis sum eingilin Gabriel opinberaði hana fyri Muhammedi. Nú á døgum eru fleiri enn ein milliard muslimar um allan heimin.

Í Miðeystri eru nakrir av teimum býum í heiminum, sum vaksa skjótast. Atvoldin er ovurstóra ríkidømi, ið oljuvinnan hevur við sær, og av fólkavøkstrinum, sum stendst av hesi vinnu. Býirnir verða oftast bygdir sum nútímans býir í Vesturheiminum, við høgum íbúðarhúsum og skrivstovuhúsum av glasi, stáli og betongi.

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo